Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07VESTUR: Sandavágsbrøðurnir Karl og Ragnar Weihe hava júst undirskrivað sáttmála við 07 Vestur.

Brøðurnir eru uppvaksnir í felagnum, og tað er okkum ein gleði at síggja ungar leikarar blanda seg uppí millum okkara bestu.

Karl Weihe er 17 ár, men verður 18 um fáar dagar. Hann hevur vant við EFFO-hópinum í ár, og annars verið rundan um 1. lið í nøkur ár. Í ár hevur hann spælt við unglingum og 2. deild.

Yngri beiggin bleiv 16 í summar, og hevur tískil júst fingið aldur til vaksnamannafótbólt. Í ár hevur hann leikt á U16-liði okkara, umframt, saman við eldra beiggjanum, Karl, á unglingaliðinum, sum vann gull í B-bólkinum.

Hjartaliga tillukku til Karl og Ragnar!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo