Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv ferðsla er á Skálafjørðinum, og loðs- og sleipibátarnir hava havt úr at gera, og vit kundu yngst at hesir vóru partur av vinnuliga lokala toyminum.

Tað er altíð hugaligt at síggja nógv skip við bryggju í Runavík. Tað hevur tað altíð verði. Nátt sum dag. Tað plagdi at boða frá øktum virksemið hjá arbeiðsmegini á staðnum, og harvið øktar inntøkur hjá familjum og húskjum, umframt stórt avleidd virksemi, og gjørdi stóran mun í lands- og kommunukassanum.

Men júst hesi skipini sum liggja við bryggju kl. 04,15, (sí myndir) leggja lítið og einki eftir seg, næstan bert óhugnaligan deym av svørtum royki, óhoyrdum larmi, og tað tykist sum um øll markvirðir fyri dálking og óljóð verða sprongd.

Jú rætt er tað, júst hesi skipini geva nakrar krónur í havnargjøldum, men ikki nevningarverdar krónu til lokalu arbeiðsmegina.

Fyrimundarlig føroysk skip
So langt aftur eg kann minnast, hava ongantíð verði trupulleikar við Føroyskum skipum, heldur ikki útlendskum, áðrenn hendan støðan gjørdist aktuell, og vit hava við stoltleika sæð fram ímóti, at vit ikki bert skulu hava smávegis virksemið á havnarøkinum, og í framtíðini eitt fjølbroytt ídnaðarøki, har vit á havnarøkinum fara at síggja fjølbroyttar vinnur taka seg upp av røskum lokalum íverksetarum, sum kommunan stuðlar uppundir av fullum huga, sjálvsagt undir skipaðum viðurskiftum.

Nýmótans havn við røttum kørmum
Fastar karmar sum lyfta kommunala skatta feingi burtur úr óhugnaliga deyminum, dálkingini og óneyðuga óljóðinum, er ein av uppgávunum hjá nýggja kommunustýrinum sum verður valt á kommunuvalinum 10. november.

Vit skulu í felag skapað røttu karmarnir um eina nýmótans havn á altjóða støð, sum bæði vit og allir Føroyingar kunnu verða stoltir av at vísa fram.

--------

NB: Eri gjørdur varugur við, at eitt framsøgufólk hjá kommununi leggur upp til, at slíkar viðmerkingar eru eitt álop á sitandi býráð, men eg skal við hesum váttað, at tað er tað ikki. Talan er bert um eina staðfesting av støðuni.

Lasse Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo