Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Jens Kjeld Jensen: Hósdagin 03. oktober 2019 gingu vit ein túr millum áirnar við Dungasand í Sørvági.

Tað fyrsta vit sóu, var ein rulla av gomlum graslíki, full av granulati, sum lá á einum vallgarði framvið gøtuna.

Síðani komu vit til eitt campingpláss, har brúkt graslíki lá sum eitt teppi yvir alt økið.

Granulat lá alla staðni, so tað var sum at ganga í einum bleytum díki.

Tá vit so gingu upp á vallgarðin fyri at eygleiða tað so vakra útsýni móti Mykinesi, fullu eyguni á 2 rullur av graslíki, sum lógu mitt á sandinum, og eisini tær vóru fullar av granulati – veit ikki, um tær hava verið niðurgrivnar í sandin, og so eru skumpaðar upp aftur av flóð og fjøru.

Á veg niðan aftur gingu vit framvið enn fleiri leivdum av gomlum graslíki, sum vóru lagdar á parkeringsøkið upp móti bygdini.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo