Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Aksel Johannesen skrivar í lesarabrævi um Fámjinstunnilin:

“Vit kunnu øll verða ov sein av onkrari orsøk. Til føðingardagar. Til fundir. Til freistir. Vanligt er, at so biðja vit um umbering og gera tað betri næstu ferð. Tað er ikki vanligt, at vit krevja nakað afturfyri okkara egna mistak, tá vit eru ov sein.”

Í lógini um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing stendur, at flokkar sum fáa stuðul eftir hesi lógini skulu í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum ári senda landsstýrinum fráboðan um at stuðulin árið fyri er brúktur sambært lógini, og eisini skal grannskoðaður roknskapur fyri árið fyri latast inn í seinasta lagi 1. apríl.

Men allir flokkar (eisini flokkurin hjá Akseli) hava onkuntíð verið ov seinir (flestu flokkar fleiri ferðir), og kortini hava teir fingið stuðul.

Í lógini stendur eisini, at stuðul sum er fingin av órøttum skal rindast aftur.

Merkir hetta, at Javnaðarflokkurin ætlar at rinda pengarnar aftur, sum hann hevur fingið av órøttum?

Spurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo