Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Soleiðis kemur ætlaða útbyggingin at síggja út.

Nýggju hølini innan.

Soleiðis kemur ætlaða útbyggingin at síggja út.

Nýggju hølini innan.

Keypmannahavnar floghavn í Kastrup ætlar at byggja út, so at 40 milliónir fólk árliga kunnu flúgva til og frá Keypmannahavn. Málið er í dag lagt fyri Fólkatingið.

Nýggj viðførisbond og trygdargeilir, fleiri handlar, betri pláss at hvíla áðrenn fráferð og ikki minst: Kapasitet til meira flúgving, eru partar av útbyggingini.

Hetta eru nakrar av framsøknu ætlanunum fyri Keypmannahavnar floghavn í Kastrup. Ætlanin er gjørt, fyri at náa egnum vakstrarmáli, at hava 40 milliónir ferðafólk ígjøgnum í 2024.

Í 2015 ferðaðust 26,6 milliónir fólk um floghavnina í Kastrup. Talið av ferðandi í floghavnini er økt støðugt seinastu mongu árini. Risastóra útbyggingin er mett at kosta 20 milliardir krónur, og kemur smb. COWI, sum hevur gjørt frágreiðing um málið, at taka um átta ár at fullføra.

Ein trupulleiki er, at útbyggingin kemur at gera, at byggjast skal útyvir ein av verandi vøllum, og til ein nýggjur er gjørdur, kann hetta koma at fáa keðiligar avleiðingar fyri flúgvingina, verður m.a. sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo