Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Aðalendamálið hjá KvF er at vera málverji hjá Tjóðveldi.

Sjálvt eftir ósigurin hjá ‘danin er f....’-flokkinum slapp Magni Arge, aftur nr. 2 á listanum eftir 4 ár á ‘borgini’, at halda loysingarrøðu í 10 minuttir.

Mesta arbeiðsorkan hjá Magna er brúkt til at loysa Katalonia frá Spania.

Høgni Hoydal ringdi seg snildisliga fyri myndatólinum fyri at burturforklára ósigurin, 900 atkvøður og 6% afturgongd.

Flokkurin er nú á 4. plássi í stødd.

Almenni mikrofonhaldarin setti báðum allar hugsandi óviðkomandi spurningar um, hví lúsingurin sendi flokkin úr 24,5% seinast niður í 18,6% nú.

Einki svar kom um veruligu orsøkina, ið er, at reypið um loysing hjá Tjóðveldi gav Sambandinum 5% framgongd, sum vant.

Javnaðurin gekk fram, mótsett Tjóðveldi.

Fólkating er ikki løgting, men eftir 4 ár man ruðuleikin í fiskivinnupolitikkinum hjá Hoydal hava kostað honum hasar 1000 atkvøðurnar, hann sjálvur misti.

Teymaleysa penganýtslan hjá Háfoss gav henni bert 167 persónligar atkvøður.

(‘Sikken ein bakkalúari’ hjá kvinnuni á kassanum).

Tjóðveldi fekk størst afturgongd í teimum plássum, har útflutningsvirði Føroya verða skapt, Klaksvík, Fuglafirði, Gøtu, Runavík, Toftum, Vestmanna, Vágum, Suðuroy og Sandoy, -8% í miðal.

Sjálvt í Havn fata fólk vandan, ið liggur í, at sosialistiska samgongan hevur økt almennu penganýtsluna við 250 mió. kr. árliga, altso 1.000 mió. kr. ella 1 miljard kr. íalt, hetta valskeiðið.

Tað krevur ikki nakað stórt nos, lægri kvotur, fall í fiskaprísum ella hægri oljuprisur, so rapar føroyska korthúsið aftur.

Hoydal royndi at ‘stjala’ fiskastovnarnar, lívsgrundarlagið, undan fiskivinnuni.

Tað er so kommunistiskt, at sjálvt samgongufólk noktaðu at atkvøða fyri ørskuni til síðst.

Hugsandi fólk rystu høvur, tá Hoydal kallaði +-5%-neyðsemjuna millum fiskivinnuna og Havstovuna ein politiskan stórsigur hjá sær og landsstýrinum.

Veruleikin er, at hon var størsta bjarging fyri føroyska búskapin og størsti ósigur hjá hesum sosialistiska landsstýri farnu 4 árini.

Men um atkvøðubýtið til løgtingsvalið um 10 vikur verður hitt sama sum til fólkatingið, so kunnu Samband og Javnaður skipa landsstýri einsamallir.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo