Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Eitt av kendastu hjálparfólkunum á Ellisheiminum, Katrin Jacobsen, hátíðarhelt 20 ára starvsdagin í morgun, samstundis sum hon boðaði frá, at hon nú fer at gevast. Hon byrjaði sum avloysari nakrar mánaðir, men varð skjótt sett í fast starv og hevur síðan verið ein trúfastur partur av starvsfólkahópinum á Ellisheiminum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði blómur og gávu í morgun og segði, at Katrin var kend sum sera nærløgd. Og haraftrat hevur hon brúkt part av síni egnu frítíð at undirhalda á Ellisheiminum við stuttligum søgum.

- Hon er kend fyri sítt fjálga og góða lyndi og hevur verið ein avbera góður starvsfelagi, segði borgarstjórin, sum heitti á Katrin um ikki at gevast ov brádliga, men royna at trakka til sum avloysari av og á, tí vit hava tørv á slíkum starvsfólkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo