Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sinnisbati: Tað var fimtu ferð, at Sinnisbati, í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktober, handaði Ársins Sálarheilsuvirðisløn. Endamálið við eini slíkari Sálarheilsuvirðisløn er, at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsu fremjandi. Møguligt var at skjóta einstaklingar og bólkar upp, vísandi til tiltøk, sum verða framd kring alt landið. Almenningurin, einstaklingar og feløg hava fingið hesum høvi at skjóta upp, hvør hevur hendan heiður uppibornan.

Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava Sálarheilsuvirðislønina. Ein óheft dómsnevnd ger síðani av, hvør skal hava heiðurin av at fáa Sálarheilsuvirðislønina, út frá innkomnu uppskotunum. Virðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum í gjár, 10. oktobur.

Í ár valdi dómsnevndin at Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, skuldi móttaka virðirslønina. Tað var Sinnisbati Ung, sum í ár handaði virðisløninia.

“Ársins Sálarheilsuvirðisløn verður latin Katrin Joensen-Næs:

Katrin Joensen-Næs hevur við sínum listarliga arbeiðið varpað ljós á lívið við sinnisligari sjúku við serligt denti á teimum, ið standa nær; tey avvarðandi. Katrin varpar, við novellufilmi sínum “Ábyrgd”, ljós á eitt evni, sum framvegis er tengt at stórari tøgn og tabu. Við filminum hjá sær, er hon við at niðurbróta tøgnina og skapa tilvitsku, um tær kenslur, ið kunnu verða knýttar at leiklutinum sum avvarðandi at einum menniskja, ein hevur kært.

Leikluturin hjá tí, ið stendur hjá, verður ofta lýstur sum hjáleiklutur í frásøgnum um lívið við sinnsligari sjúku og órógv, men í hesum filmsverkinum dregir Katrin myndatólið mótvegis tí avvarðandi, sum í støðum kann kenna seg bæði mát- og ráðaleysan. Í filmsverkinum gevur Katrin tí avvarðandi eina rødd og rúmd at verða í teimum kenslunum, ið kunnu verða, tá ein elskaður lýðir av álvarsligari sinnisligari sjúku. Katrin gevur tí avvarðandi loyvi at kenna tær kenslur, ið kunnu vísa seg: einsemi, vreiði og sorg. Samstundis sum hon lýsir áhaldandi og treytaleysan kærleika, gleði og vón.

Katrin Joensen-Næs hevur við filmsverkinum “Ábyrgd” latið upp eina dyr, sum í mong ár einans hevur staðið á glopp. Hon hevur við nøkur av teimum førandi føroysku filmsfólkunum, verið við at skapa eina trúliga mynd av, hvussu tað kann kennast at vera avvarðandi.

Vit ynskja við hesari virðisløn, at heiðra Katrinar dirvi og hennara ágrýtni og eldhuga, at taka upp evni, ið hava stórt samfelagsligt virði og týdning.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo