At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ikki nakar dukkufretur sum er farin gjøgnum føroyska heilsuverkið, nú tað er greitt, at svenska fyritøkan Cambio hevur sagt upp samstarvið við føroyska heilsuverkið. Cambio veitir skipanina Cosmic, sum er eitt slag av mergi í øllum tí føroyska heilsuverkinum. Ikki bara sjúkrahúsini brúka skipanina, tað gera eitt nú kommunulæknar og apoteksverkið eisini.

VP frættir, at sera nógv orka frá føroyskari síðu er løgd í at menna skipanina hesi 10 árini, sum hon er blivin brúkt í Føroyum. Í tíðindaskrivi, sum varð sent út fyrr í dag, sigur Sjúkrahúsverkið, at Sjúkrahúsverkið er á gáttuni við nýggjar uppstigan av Cosmic. Mett verður nú um fyrimunir og vansar við hesari uppstigan - sæð í ljósinum av uppsøgnini.

Keldurnar hjá VP siga seg ivast stórliga í, um tað fer at bera til eftir tveimum árum at finna eina líka góða skipan og byggja hana út so hon kemur upp á sama stig sum Cosmic eftir bara tveimum árum.

- Potentielt er hetta ein missur uppá fleiri 100 milliónir krónur, tí føroyska heilsuverkið hevur brúkt sera nógva orku uppá at menna Cosmic, verður sagt.

VP hevur biðið Steinar Eirikstoft, stjóra á LS, um eina viðmerking, men hann hevur fyribils ikki verið at hitta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo