Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Sangurin “Lukkan er ei gullið”, sum Kemm Poulsen skrivaði tekst og Jens Marni Hansen lag til, er nú eisini givin út á mari-málinum.

Í vár kom sangurin út á elvdalskum, sum er ein serlig svensk dialekt, sum bara eini trítúsund fólk tosa.

Nú er so sangurin eisini útgivin á sjáldsama mari-málinum. Mari-dialektin verður tosað av fleiri enn 400.000 fólkum eystanfyri Uralfjøllini.

Tað er ísraelarin Yair Sapir, ið stendur fyri útgávutiltakinum “Small Languages Rock”, har úrvaldir sangir verða týddir til smámál, ið eru í vanda fyri at doyggja út.

Sangarin eitur Ivan Solovyov.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo