Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í kvøld, mikukvøldið 2. august, frá kl. 19.30 fer Maria Syderbø Mikkelsen saman við øðrum at hava eitt stuðulstiltak í Perluni í Havn. Tiltakið er til frama fyri eitt serligt átak at hjálpa fátækum skúlanæmingum í Kenja, sum eru lidnir við miðnámsskúla, at sleppa at útbúgva seg víðari, so tey hava møgueika at koma úr stóra og óhugnaliga fátækadøminum.

Maria lesur til sosialráðgeva og hevur verið í starvslæru í Kenja í eitt lítið hálvt ár. Hon var í felagsskapinum ABC Children's Aid Kenya, sum hevur tveir kostskúlar fyri fátækum børnum og ungum. Ein barnaskúla í høvuðsstaðnum Nairobi og ein miðnámsskúla í býnum Loitoktok longur suðuri í landinum. Saman við Føroysku Barnahjálpini hevur Maria funnið stuðlar í Føroyum til børn í hesum skúlum. Peningurin, sum kemur inn í sambandi við tiltakið í Perluni, fer óskerdur til nevndu verkætlan.

Ymiskt verður á skránni í Perluni í kvøld, m.a. tónleikur, ymisk fólk greiða frá um sínar upplivingar í Kenja, lutaseðlasøla við góðum vinningum er og møguleiki er at keypa sær kaffi, køkur og annað. Ber ikki til at koma til tiltakið, er kortini møguleiki at stuðla átakið í Kenja við at flyta peningagávu á konto hjá verkætlanini, 6460-5641898.

Skráin í kvøld er annars hendan:

- Maria Syderbø Mikkelsen hevur frágreiðing um arbeiðið og  royndir sínar í felagsskapinum ABC Children's Aid Kenya og sínari verkætlan

- Tórður Mikkelsen greiðir frá vitjanini í Kenja í apríl, tá hann og konan, Pavla, eisini blivu stuðulsforeldur hjá 14 ára gomlu Eunice

- Betsy Gichuki, sum er ættað úr Kenja og býr í Havn, fer at
hugleiða um heimlandið

- Hilda Viderø frá Føroysku Barnahálpini fer at  greiða frá sínum virksemi í Kenja, sum m.a. umfatar at hjálpa fátækum kvinnum at byrja egið virki.

- Budam og tónleikabólkurin FRUM fara at framføra nøkur løg í part

- Marjun Syderbø Kjelnæs fer at hugleiða um ungan yrkjara í Kenja

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo