Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Flaggrøðan hjá Mouritzi Mohr í Runavík í dag.

 

Góðu áhoyrarar og búfólk.

 

Tað var ein heilt serlig løta, tá eg tann annan juni í fjør fekk heiðurin at bera Merkið inn í Norðmansdalin í Norðursælandi. Í danska summarhitanum vóru føroysku klæðini dekan ov heit, men vann stoltleikin – hetta at umboða Føroyar og føroyska flaggið - á hitanum. Eg var verandi í føroysku klæðunum alla tíðina, til Merkið var lagt saman aftur.

 

Júst 100 ár vóru tá liðin síðan abbin, Kjartan Mohr, bar Merkið fram alment á fyrsta sinni. Hann var tá 19 ára gamal og skipastimburlærlingur í Danmark og kom javnan saman við øðrum føroyingum, sum vóru í lestrarørindum tá.

 

100 ára tiltakið í Danmark í fjør

 

Sum barn og upp gjøgnum mín uppvøkstur havi eg mangan hoyrt um Norðmansdalin og Regensen og um tað søguligu hendingina, sum fór fram tá.  Mær er fortalt, at tað í roynd og veru var av tilvild, at tað júst bleiv hann, sum kom at bera flaggið.

 

Hin 2. juni 1919 gjørdu tey í Føroyingafelagnum útferð til Norðmansdalin – og høvdu ætlanir um at bera nýggja føroyska flaggið oman í dalin. Men tá tey nærkaðust kongsborgini í Fredensborg, bóru tey eyga við, at flagga varð við Dannebrog, sum jú merkir, at sjálvur kongur var heima á Fredensborg slotti. Tá kom nakað av fjáltri á føroyingarnar um hetta, at bera flaggið fram við kongsborgini, og abbin skal tá hava sagt “Kom, lat meg taka stoytin” – og fór so á odda við føroyska flagginum oman í Norðmansdalin.

 

Tað vóru millum annað slíkar søgur, sum gjørdu, at tað kendist heilt serligt fyri meg at bera flaggið í Danmark henda dagin í fjør.   

 

Eg kendi ikki sørt av søguligum veingjaslagi og mentanararvi tá tann føroyski træskipaflotin, sum varð ímyndin av flaggsiglingini, legði at á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, og vit síðani sunnudagin eftir gingu skrúðgongu við merkinum til studentagarðin, Regensen, sum millum føroyingar varð kallað á Garði og so oman í Holmens Kirkju, har guðstænasta var. Serliga hátíðarlig gjørdist løtan, tá vit komu inn í søguliga Norðmansdalin við teimum mongu standmyndunum - og røður síðani vórðu hildnar og føroyskir sangir sungnir.

 

Tað sum stendur eftir í mínu huga er, hvussu góð undirtøkan var fyri hesum tiltakinum Merkinum til heiðurs. Eg var ovfarin av, hvussu nógv fólk møttu upp alla staðni. Hópur av fólki var til samkomuna á Garði,  har flaggið varð stungið út ígjøgnum sama vindeyga, sum upprunaflaggið varð á sinni, og har eftirkomarar hjá Jens Olivur Lisberg síðani hildu røðu. Eftir hetta gekk skrúðgongan oman í Holmens kirkju, har føroysk guðstænasta varð hildin fyri fullsettari kirkju. Haðani gekk leiðin í Norðmansdalin. Fyri at koma í Norðmansdalin, gongur man fram við kongaslottinum Fredensborg og so oman gjøgnum eina sera vakra allé. Tað var ein stórsligin løta, har ein mannamúgva av føroyingum vildi heiðra dirvið hjá teimum ungu føroyingunum í Føroyingafelagnum, sum gjørdu hesa útferð fyri 100 árum síðani. Hetta vóru m.a. træskipamanningarnar og aðrir føroyingar í útlegd, sum ynsktu at savnast um Merkið. Sum flaggberi oman í Nordmansdalin, og hyggja aftur um bak, og síggja alla leiðina stúgvandi fulla av fólki, gangandi í skrúðgongu oman í dalin, varð ein viðurkenning av tí týðningi okkara flagg hevur.

 

Týdningurin av einum føroyskum samleika

 

Hví so nógv hóvasták fyri einum dúki við einum krossmerki seymaðum á? Og hví ein flaggdag? – Kann ein freistast at spyrja.

 

Jú, svarið er, at hetta er okkara samleiki – hetta er tað, sum bindur okkum føroyingar saman. Og hevur gjørt tað síðani flaggið varð góðkent bert 12 dagar eftir bretsku hersetingina í apríl 1940.

 

Tað er í dag júst 80 ár síðani, at bretsku myndugleikarnir hin 25. apríl viðurkendu føroyska Merkið sum almenna flaggið hjá føroyska skipaflotanum. Tað var BBC sum almannakunngjørdi hetta um øll heraðshorn á heimsins høvuðsmálum.

 

At hugsa sær - tað eru einans áttati ár síðani, at vit fingu okkara flagg viðurkent. Tá - í 1940 - búðu 28.000 íbúgvarar í Føroyum, og landið var í krígsstøðu. Nú, 80 ár seinni, er talið nærum tað dupulta, 52.000 fólk, og vit hava ment okkum til at standa millum heimsins fremstu tjóðir.

 

Mangan verður trivið í yrkingina hjá Hans Andriasi “saman at halda var ei okkum givið, tí er so lítið burturúr her blivið”, sum hann yrkti í 1904. Seinastu 80 árini haldi eg meg tó tora at halda uppá, at nokk so nógv er “blivið burturúr”.

 

Vit hava førkað okkum frá slupptíðini til at verða eitt framkomið samfelag í fremstu røð millum heimsins tjóðir.

 

Hesin vøksturin hevur ikki einans tikið støði í okkara náttúruríkidømi, men er so sanniliga í minst líka stórt mát íkomin við støði í okkara fólki. Vit hava onkursvegna sum fólk megnað at staðið saman um at ment okkara fyritøkur og okkara samfelag.

 

Tað er ein stórur heiður fyri meg at fáa møguleikan at halda hesa flaggdagsrøðu á ein eitt sindur øðrvísi hátt her í Runavík. Og ikki minst at senda eina tøkk til tykkara, sum búleikast í Eysturoyar Ellis- og Røktarheiminum – tí tað er jú tit og tykkara ættarlið, sum hava lagt lunnarnar undir okkara framkomna samfelag, sum vit hava í dag.

 

Nú Korona smittan herjar er umráðandi, at vit ikki sleppa á stokkinum. Nú er umráðandi, at vit í verki enn einaferð vísa, at vit standa saman lið um lið.

 

Her er tað, at okkara mentan, okkara arbeiðslag og okkara samleiki stendur sína roynd.

 

Hóast okkara ymiskleikar, ymisku sjónarmið ella hvar vit eru búsett - í Føroyum ella í útlondum – so sameinir okkara flagg, Merkið, okkum føroyingar. Vit savnast um Merkið til allar merkisdagar – til hátíðardagar, og til sorgarløtur. Umframt føroyska málið er Merkið ein av hornasteinunum, sum er við til at undirstrika, at vit eru ein tjóð.

 

Tá eg síggi eitt føroyskt flagg úti í heimi kenni eg ikki sørt av stoltleika. Og tað er í roynd og veru ikki so sjáldan, at man sær føroyska Merkið veittra uttanlands. Eitt nú á stórum altjóða ráðstevnum, til ítróttartiltøk ella í altjóða høvnum, tá skip stevna inn ella út við føroyska flagginum afturi á hekkuni.

 

Í sambandi við sjósetingina av nýggja havrannsóknarskipinum, var eitt føroyskt ferðalag í Kleipeda í Litava á sumri í fjør. Á einum siglitúri, sum ferðalagið varð boðið til í havnini har, møttu vit einum skipið á veg út úr havnini við føroyska Merkinum afturi á hekkuni. Heilt av sær sjálvum treiv føroyska ferðalagið í fjórða ørindi í sanginum “Í góðum veðrið hann dyrgdi”. Serliga hart sungu vit brotið “..eina føroyska skútu teir sóu” og sungu so sangin liðnan. Litavar vóru púra ovfarnir av, at vit øll dugdu allan sangin, og orsøkina til at vit trivu í sangin.

 

Hetta, at síggja føroyska flaggið, kenst mangan sum, at eitt petti av Føroyum er har úti í heimi. Og tá rætti eg ryggin eitt sindur meiri enn vanligt og beri høvdið eitt sindur hægri.

 

Hendan kenslan sprettur úr okkara felags søgu, staðseting, virðum, hugburði og er sostatt rótfest í okkara felags mentan. Talan er jú um Merkið: Spegilsmyndini av okkum sjálvum sum fólk og tjóð. Hetta er nakað, sum er grundfest í okkara felags heimliga jørðildi. Og er ikki nakað, sum broytist frá degi til dags.

 

Hóast føroyingar hava verið ígjøgnum nógvar broytingar og rembingar seinastu øldina – so er okkara samleiki so væl grundfestur, at vit kanska ongantíð so nógv sum í dag, kenna okkum aftur í okkara felags samleika: Føroyska málinum og okkara tjóðar súmboli, - Merkinum.

 

Umheimurin hevur seinastu árini eisini fingið uppaftur meiri eyguni á áhugaverdu tjóðina Føroyar – samstundis sum infrakervið er styrkt munandi. Okkara útflutningsvørur verða stemplaðar sum fyrstafloks framleiðslur uttanlands, okkara tónleikur og mentan fær viðurkenning; og ferðafólk ynskja at vitja okkara oyggjar sum ongantíð fyrr. Enntá hevur ein matmentan, bygd á føroyskan gerandismat, fingið vind í seglini seinastu árini.

 

Umheimurin fær eyguni upp fyri okkum, og okkara ungu uttanlands flyta eisini heimaftur sum ongantíð fyrr. Hetta er alt við til at styrkja okkara búskap og okkara sjálvskenslu.

 

Vit fylkjast í roynd og veru um tað, sum sermerkir Føroyar. Kenslan av, at vit føroyingar eru sermerkt tjóð, hevur ongantíð verið so sterk sum júst nú.

 

Korona vísir at vit standa saman

 

Tíverri hevur Korona seinastu vikurnar víst sítt hóttandi andlit á ymiskan hátt her í Føroyum og kring knøttin. Frá í fyrstu atløgu at snúgva seg um eina lívshættisliga smittuhóttan og búskaparliga hóttan – var ein ávísur ivi um, at Korona eisini skuldi gera seg inn á okkara lívsvirði og okkara mentan.   

 

Seinastu vikurnar hava tó gjørt hesum iva til skammar. Í felag hava vit dugað at staði saman um at basa smittuvandanum og gjørt, sum myndugleikarnir hava álagt okkum. Vit hava veruliga búgvið okkum út, og enn eina ferð víst styrkina í at vera eitt lítið samfelag. Vit bera okkum skjótt at og standa saman.

 

Korona hevur eisini víst okkum, hvussu allur heimurin í dag er tengdur at hvørjum øðrum. Og hvussu skjótt kósin kann broytast. Vit eru partur av hesum umheiminum. Tí er umráðandi, at vit sum tjóð alla tíðina taka ábyrgd, og eru til reiðar at tillaga okkum í mun til rembingar og - samstundis - duga at síggja, hvussu neyvt okkara gerandisdagur er treytaður av góðum sambandi við umheimin.

 

Korona hevur verið við til at styrkja okkara siðvenjur og samanhald – líka frá sangi, guðstænastum, tónleikaframførslum og øðrum átøkum á netinum - og at vera um hvønn annan har heima. Uttanífrá komandi hóttanin hevur ikki gjørt okkum lamsligin, men tvørturímóti fingið okkum at ressast.

 

Samband umvegis net og sjónvarp hevur verið gott bæði á arbeiðsplássinum og har heima. Eg má tó ásanna, at ein Ólavsøkudagur, uttan fólk til staðar, fer at kennast tómligur. Tað er jú í tílíkum høvum, at vit veruliga savnast sum tjóð og staðfesta okkara samleika. Umvegis skrúðgongur, felags sang, felags tiltøk og okkara felags flagg, Merkið. Tað er tá vit av sonnum kenna okkum sum føroyingar.

 

Týdningurin av góðum sambandi við onnur

 

Góðu eysturoyingar og góðu føroyingar.

 

Her inni, á Skálafjørðinum, er eitt sterkt og mennandi vinnulív. Á Skála verður nú fyrsta føroyskt bygda havrannsóknarskipið gjørt liðugt, umframt mangt annað spennandi virksemi, sum fer fram kring fjørðin.

 

Uppaftur meiri spennandi verður tað, tá nýggi Eysturoyartunnilin kemur, við teimum fyrimunum hetta fer at hava við sær – bæði vinnuliga og mentanarliga. Tunnilin fer uttan iva at hava við sær margfeldar fyrimunir fyri allar Føroyar.

 

Hetta, at knýta sambond millum fólk, millum oyggjar og ikki minst við útheimin, hevur havt sera stóran týdning fyri menningina av okkara tjóð seinastu mongu árini. Tað veri seg sjóvegis, loftvegis og umvegis alnótina. Vit hava styrkt okkara sambond umvegis ferjur, brýr og tunlar.

 

Tí hevur tað í hesum døgum kenst løgið og lemjandi, at vit øll skulu minka um sambandið millum vinir og kenningar – og ikki minst millum oyggjar og lond.

 

Og fyri tykkum, sum búgva á ellis- og røktarheimum kring landið, má kenslan av at vera avbyrgdur frá sínum nærmastu, kennast serliga svár.

 

Tó tykist tað nú at vera ein glotti fyri framman, har vit í Føroyum, sum nøkur av teimum fyrstu, so spakuliga kunnu lata upp aftur fyri meiri virksemi. Vónandi fer hetta somuleiðis at hepnast í londum kring heimin – so vit øll kunnu fáa ferð á okkara samfelagshjól aftur.

 

Flaggið endaði í Føroyum 

 

Hvar endaði so flaggið, sum bleiv borið í Norðmansdalinum – jú hetta endaði her heima á klettunum aftur.

 

Tað var ein æra, at fáa loyvi at bera flaggið inn í kirkjuna í Fámjin - júst eins og Jens Olivur Lisberg gjørdi fyri 100 árum síðani. Hetta nýggja flaggið er nú eisini í varðveitslu í somu kirkju sum upprunaflaggið.

 

Hetta er ein hóskandi heiður til teir framfýsnu unglingar, sum fyri 100 árum síðani vóru við til at kveikja ein neista, sum ikki er slóknaður enn, tvørturímóti.

 

Eg vil til seinast takka fyri at tit lýddu á – og ynskja tykkum ein góðan flaggdag!

 

Takk fyri

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo