Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið

Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið

Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið

Í dag vann KÍ “bert” 4-0 í heimadystinum móti 07 Vestur. Klaksvíkingar hava nú 62 stig eftir 22 umfør.

Víkingur á øðrum plássi kann teoretiskt fáa 65 stig, um teir vinna allar sínar dysir ið eftir eru.

Sostatt manglar KÍ fýra stig í seinastu fimm dystunum fyri at tryggja FM heitid 100%.

Hetta minnir kanska um ein avgreiðsluspurning, tí KÍ hevur ongan landskappingardyst tapt í ár.

KÍ hevur fingið 87 mál higartil í landskappingini og hevur longu tikið metið uppá 81 mál, sum HB átti.

Tað er ikki óhugsandi, at KÍ hevur omanfyri 100 vunnin mál, tá 27 umfør eru leikt.

Merkisvert er tað eisini, einans 6 mál eru tapt hjá KÍ higartil í ár.

Síðani kappingin varð víðkað til 27 umfør í 2005, hevur B36 átt metið við fægst taptum (17) málum í einum kappingarári (2005).

KÍ stendur eisini til at taka hetta metið í ár.

Spurningurin er um ein so knúsandi FM sigur til KÍ er nakar sigur fyri føroyskan fótbólt.

Spenningur skapar altíð áhuga, men í dag er eingin spenningur í Betri deildini - í hvussu so er ikki um oddasessin.

Kanska átti FSF at endurskoða kappingina. Munurin ímillum oddin og botnin tykist bara at vaksa fyri hvørt ár og tað er ikki stimbrandi fyri fótbóltin.

Norðlýsið hevur fleiri myndir - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo