Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

At FM gullið  í mansfótbólti í ár endar í Klaksvík er eingin ivi um. KÍ tykist at vera flúgvandi og í dag setti liðið málmet.

Við 5-0 sigrinum á B68 er KÍ komið uppá 83 vunnin mál í hesum kappingarárinum og tað er met, hóast seks umfør eru eftir at leika.

Í fjør hevði FM vinnarin HB 81 vunnin mál og var tað nýtt met.

HB átti gamla metið sum var 68 mál (2013).

Men KÍ fer í ár helst eisini at seta met við fægst taptum málum í einum kappingarári.

B36 eigur gamla metið frá 2005. Tá tapti B36 bert 17 mál.

Í ár eru bert seks mál farin ígjøgnum hjá KÍ í 21 dystum.

Tað er lítið sannlíkt at klaksvíkingar lata 11 mál fara ígjøgnum í seinastu seks dystunum.

Liðið hevur helst stinnastu verjuna í landinum.

Spurningurin er um KÍ í ár megnar at taka stigametið sum HB setti í 2018 við 73 stigum.

Teoretiskt kann KÍ røkka 77 stigum í ár, men tað krevur sigur í øllum seks dystunum ið eftir eru at leika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo