Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kinesiska fyritøkan Zhenhua hevur skrásett upplýsingar um 160 føroyingar við nógvari vitan innan kunningartøkni í datagrunninum Overseas Key Information Database. Ikki bara persónarnir sjálvir, men eisini fleiri í familjum teirra eru skrásett.

Jyllandsposturin skrivar, at eisini fleiri enn 60 fólk í Grønlandi eru skrásett, og her er tað serliga fólk við nógvari vitan um floghavnir og familjur teirra eins og politiskir persónar sum eru skrásettir.

- Hetta er tað sum vit vanliga nevna kritiskan infrastruktur og orsøkin til at teir eisini skráseta upplýsingar um familjulimir hjá teimum, sum hava nógva vitan um henda kritiska infrastrukturin, er tí at tað eru hesi sum ávirka høvuðspersónarnar, sigur Peter Viggo Jakobsen, sum er lektari við danska Verjuakademiið við Jyllandspostin.

Ímillum føroyingarnar, sum eru skrásettir, er Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og fyrrverandi løgmaður, og Fróði Magnussen, stjóri í KT fyritøkuni Formula.

Við Jyllandspostin sigur Fróði Magnussen, at Formula hevur brúkt Huawei sum leverandør, men at hann ikki metir seg at vera ein serliga almennan persón, og hann visti ikki, at hann var so áhugaverdur.

Men hann viðurkennir, at hann kann vera áhugaverdur hjá einum, sum vil broyta uppá samfelagið.

- Vit lata úr hondum KT loysnir sum eru partur av infrakervinum, og um ein vil broyta uppá nakað har, so er tað fólk við slíkum kunnleika sum eru áhugaverd. Eg havi ikki sjálvur førleikan, men eg eri stjóri í eini fyritøku, sum hevur henda førleikan, sigur Fróði Magnussen við Jyllandspostin.

Miðilin hevur eisini fingið eina viðmerking frá kinesisku sendistovuni í Keypmannahavn, og har verður púrasta avvíst at talan er um nakað slag av njósning.

- Zhenhua er ein privat fyritøka, og hon hevur onki samband við kinesisku stjørnina. Kina viðir lógirnar og samstarvar við nógv onnur lond um at økja um trygdina, sigur kinesiska sendistovan við Jyllandspostin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo