Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kanadiumaðurin Robert Schellenberg varð í 2018 dømdur 15 ára fongsulsrevsing fyri at hava smuglað narkotika. Men árið eftir varð hann dømdur til deyða í nýggjari rættarsak. Tann dómin kærdi hann, men kæran er nú blivin avvíst.

Kinesiski ákærumyndugleikin sigur, at Robert Schellenberg er høvuðsmaðurin aftanfyri ein altjóða bólk av smuglarum, men bæði USA og Kanada hava funnist at Kina og sagt, at politikkur í veruleikanum liggur sum grund fyri harða dóminum.

Robert Schellenberg er triði kanadiumaðurin sum er dømdur frá lívinum í Kina síðani 2016, og í Kanada verða deyðadómarnir settir í samband við diplomatiska stríðið sum tók seg upp ímillum Kina og Kanada, tá fíggjarstjórin í risastóru kinesisku Huawei fyritøkuni í 2018 varð fongslaður fyri njósning. Kanada fongslaði Meng Wanzhou, tí USA vildi hava fatur í henni. Enn er kortini ikki avgjørt, um hon skal latast USA, so hon kann koma fyri rættin har.

Kanadiski sendiharrin í Kina, Dominic Barton, hevur fordømt ætlanirnar hjá Kina at avrætta Robert Schellenberg og sagt, at tað er ongin ivi er um, at samband er ímillum deyðarevsingina og fongslingina av Huawei stjóranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo