Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

- At vera í útlegd fær meg at kenna meg eyka polska, sjálvt um eg jú eri komin til Klaksvíkar fyri at verða, sigur Kinga Eysturland um, hvussu tað er at vera póllendingur í Føroyum.

Kinga er fødd og uppvaksin í Gdansk í Póllandi, men nú býr hon í Klaksvík í Føroyum. Hon er limur í Integratiónsnevndini í Klaksvíkar kommunu, har hon saman við øðrum tilflytarum skiftir orð við býráðspolitikkarar um, hvussu integratiónin í Klaksvíkar kommunu kann skipast uppaftur betur.

Kinga hevur búð í fleiri ymiskum londum, men seinastu trý árini hevur hon búð í Klaksvík. Og hon hevur tí royndir við at integrera seg í føroyska samfelagið.

- Føroyska mentanin er ikki so øðrvísi enn tann pólska, so hon ber væl til at læra. Fólk eru blíð og fyrikomandi, og tey tykjast áhugaði í mær og mínum uppruna, fortelur Kinga. Hon leggur afturat, at hon hóast hetta hevur lættari við at knýta vinabond við aðrar tilflytarar, enn við upprunaføroyingar.

- Tað er sjálvandi lættast at koma í samband við onnur, sum eru í somu støðu, sum eg sjálv, men eg kenni tað eisini lættari at koma í samband við føroyingar nú, tá ið eg skilji føroyskt. Tey noyðast ikki longur at tosa eingilskt við meg, og tað er ein stórur fyrimunur, heldur Kinga, sum væl skilur føroyskt, hóast hon svarar á eingilskum.

Elskar náttúruna og tryggleikan
Spurd hvat tað besta við Føroyum er, er Kinga ikki í iva. – Føroyska náttúran er einastandandi. Hon framkallar ein eyðmjúkleika, har vit sum menniskju bert kunnu kenna okkum sum gestir í einum ótrúligum skapanarverki, sigur Kinga.

- Eg fari ofta til Mikladals at ganga túr í viðarlundini har. Har kennist tað eitt sindur sum at ganga í eini skóg, sigur Kinga, og leggur smílandi afturat, at hon er uppvaksin nærhendis ein skóg, so tað var fremmant at seta búgv í einum landi, har næstan ongin trø eru at síggja.

Kinga hevur ‘ból og bita’-gistingarhús heima, fer at lata upp sína egnu vakurleikastovu og so undirvísir hon í russiskum á kvøldskúlanum.

– Eg havi líka nógv størv, sum nógvir føroyingar hava, sigur Kinga flennandi. Hon greiðir frá, at polska arbeiðsmentanin annars er sera ólík tí føroysku. Í Póllandi skal alt ganga sera skjótt, og her í Føroyum eru tingini ofta eitt sindur róligari. Hetta er ein óformel og fyrikomandi mentan at koma til sum tilflytari, heldur hon.

Harafturat er hon glað fyri føroyska tryggleikan, og tað stóra virði, hvørt einasta fólk í Føroyum hevur.

– Vit eru so fá fólk her, at hvør einasti persónur telur. Tað síggja vit til dømis á valúrslitum, har fáar atkvøður kunnu gera stóran mun. Og vit síggja tað eisini í smáu bygdunum, har hvørt einasti íbúgvi veruliga hevur stóra ávirkan, greiðir Kinga frá.

Sambandið við føroysku myndugleikarnar kann ikki samanberast við somu umstøður í Póllandi, sigur hon. – Myndugleikarnir eru veruliga her fyri borgarans skyld, og øll kunnu kenna seg hoyrd. Tað er deiligt í Føroyum, sigur hon.

Øll kunnu uppliva Pólland
Um dagarnar leggur Kinga seinastu hond á fyrireikingarnar til “Uppliva Pólland” tiltakið, sum verður týskvøldið 20. oktober. Tá fer hon at greiða frá heimlandinum og lívi sínum á Klaksvíkar Bókasavni.

Tiltakið er ókeypis, og er ætlað at geva øllum áhugaðum møguleika fyri at hoyra og læra nakað, sum tey ikki kunnu lesa seg til á netinum.

– Øll kunnu sjálvandi googla Gdansk og so lesa eitt sindur um tað, men eg vænti, at tiltakið kann geva meira enn bert faktuella vitan, sigur Kinga. Fólk fáa møguleika fyri at sita andlit til andlit við póllendingar, sum fegnir fortelja og svara spurningum um landið og mentanina. Hetta kann eisini vera gevandi fyri fólk, ið onkursvegna hava okkurt við póllendingar at gera, tí tey kunnu sikkurt skilja okkum betri, sigur Kinga.

Kinga skipar fyri tiltakinum saman við David Im, sum er integratiónssamskipari í Klaksvíkar kommunu. Harafturat eru Tróndur Ellingsgaard og Annika Egholm eisini við í fyrireikingunum.

Tiltakið verður týskvøldið 20. oktober kl. 19 og er ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin, og nærri kunning fæst umvegis leinkjuna niðanfyri.

Uppliva Pólland 20. oktober

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo