Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er ikki hvørjum manni beskorið at gerast 103 ára gamal.

Hetta má staðfestast, nú kendi amerikumaðurin Kirk Douglas hevur 103-ára føðingardag í dag. 

Kirk Douglas sló navn sítt fast innan filmsídnaðin í farnu øld: fyrst sum sjónleikari í 1940-unum og 50-unum og seinni sum filmsleikstjóri.

Douglas hevur eisini skrivað bøkur.

Hansara kendasti leiklutur man helst vera sum Spartacus frá filminum við sama heiti frá 1960.

Kirk Douglas varð føddur sum Issur Danielovitch 9. desember 1916 í býnum Amsterdam í statinum New York.

Ikki fyrr enn hann var 92 ára gamal, legði hann árarnar inn á yrkisleið sínari. Hann hevði tá yvirlivað eina tyrluvanlukku í 1991 og ein hjartatilburð í 1996.

Elsti sonur Kirk Douglas er nú 74 ára gamli sjónleikarin Michael Douglas.

Kirk Douglas hevur millum annað spælt við Champion frá 1949, The Bad and the Beautiful frá 1953, Lust for Life frá 1956, Spartacus frá 1960, The Heroes of Telemark frá 1965, Tough Guys frá 1986 og It Runs in the Family frá 2003.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo