Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hesa føstuna verður aftur farið undir tiltakið Kirkjubio í Hoyvíkar kirkju, har filmar við átrúnaðarligum, andaligum og etiskum spurningum verða vístir.

Talan verður um tvey filmskvøld: Mánakvøldini 7. mars og 14. mars.

Mánakvøldið 7. mars kl. 19.30 verður filmurin “Babbetes Gæstebud” vístur. Undan filminum heldur Bergtórur H. Bjarkhamar, prestur, fyrilestur um filmin.

Gabriel Axel leikstjórnaði filminum í 1987, og vann hann ein Oscar árið eftir sum besti útlendski filmur, og í kjalarvørrinum av hesum fekk filmurin eisini fleiri aðrar filmsvirðislønir.

Filmurin er bygdur á stuttsøgu eftir Karen Blixen. Babette kemur eina óveðursnátt í 1871 úr París til ta jútsku vesturstrondina.

Hon hevur mist alt, ið hon átti, men sleppur at búgva hjá tveimum prestadøtrum, ið eru uppaldar við strongum moralskum og átrúnaðarligum reglum.

Brádliga vinnur Babette nógvan pening í eydnuspæli. Men heldur enn at brúka peningin sjálv, fer hon í holt at fyrireika ein stóran veitsludøgurða fyri bygdarfólkinum. Spurningurin er tó, um hetta er í samsvari við ta tulking, ið bygdarfólkið hevur átrúnaðinum, ið leggur dent á, at tey ikki eiga at oyðsla við nøkrum.

Filmurin, ið eisini er ikki sørt skemtiligur, verður mettur at vera ein variantur av frásøgnini um altarborðið og um Kristus, ið einki átti, men gav seg sjálvan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo