Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Á middegi varð kirkjugarðsleiðin, sum gongur frá Hoyvíkar kirkju og niðan til kirkjugarðin í Hoyvík, alment latin upp. Leiðin gongur frá tí komandi kirkjutorginum, til gøtuna, sum er bundin í Klingruna við kirkjugarðin í Hoyvík, soleiðis at líkfylgi kunnu fara beina leið niðan í kirkjugarðin gjøgnum Dalin Langa.

Arbeiðið, sum byrjaði við ársenda 2021, og er nú liðugt. Tað er býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur lagt arbeiðið til rættis, og Berghestar hava gjørt sjálvt arbeiðið.

Heðin Mortensen, borgmeistari, segði m.a., at sum tey flestu vita, so varð Hoyvíkar kirkja bygd í 2007, og líka síðan nýggi kirkjugarðurin varð tikin í nýtslu fyri trimum árum síðan, hava ynski verið frammi um at broyta kirkjugarðsleiðina. Ynskið var, at gangast kundi úr kirkjuni gjøgnum Dalin Langa niðan í kirkjugarðin – og at talan sostatt bleiv um eina vakra og tignarliga seinastu ferð her á fold.

Fyri at hetta kundi lata seg gera, so var neyðugt at betra um gøtuna, sum longu var í Dalinum Langa, umframt at neyðugt var at gera tvey nýggj strekki aftrat. Tað eina nýggja strekkið er frá tí komandi kirkjutorginum, sum verður her við Kirkjustræti og Karlamagnusarbreyt, og til gøtuna í Dalinum langa.

Hitt strekkið er frá gøtuni í Dalinum Langa niðan til Klingruna við Kirkjugarðin í Hoyvík. Gøtan frá framtíðar kirkjutorginum til Dalin Langa, er løgd miðskeiðis millum Hoyvíkar skúla og útstykkingina við Myllutjørn.

Økið er í lívd og beinkir eru eisini settir upp, og plantað verður sum frálíður framvið gøtuni her, soleiðis at fríðkað verður um alt økið. Eystanfyri nýggju gøtuna ovast við Klingruna, stendur eigarafelagið fyri at gera trivnaðarøki og fleiri gøtur, so hendan verkætlanin leggur enn eitt øki afturt trivnaðarøkjunum í kommununi.

- Hetta fegnast vit um. Gøtan er til gangandi og súkklandi, umframt til líkbilin, sum í dag fer at koyra undan okkum, meðan vit spáka hiðani og niðan til kirkjugarðin. Aðrir bilar og motorakfør annars skulu ikki koyra á hesi gøtuni, tí er ein forðing, sum einans førarar av líkbilinum hava lykil til, gjørd á allar atkomurnar til gøtuna.

- Eg fari at ynskja hoyvíkingum og okkum øllum tillukku við nýggju gøtuni og vegna Tórshavnar kommunu takka fyri vælútint arbeiði, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá gøtan alment varð latin upp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo