Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað er Hvirlan, ið skipar fyri, og byrjað verður á Tórsbreyt kl. 10.00 við at fólk flokka seg til ymsu ruturnar. Fýra leiðir eru at velja ímillum:

2,5 km – lættur túrur niðan í Hoyvíkar kirkju og oman aftur.

7,5 km – har runnið verður fram við nøkrum kirkjum í býnum.

11,5 km – runnið verður fram við øllum kirkjum í býnum.

30,0 km – tann drúgvi túrurin við øllum kirkjum í Suðurstreymoy á skránni (vanligt er at vera aftur í Havn um 12.30-13.00, men til ber eisini at renna til Kirkjubøar og fáa skjúts heim aftur)

Ruturnar eru at síggja her.

Eins og undanfarin ár eru øll hjartaliga vælkomin við – eisini útisetar og tey, ið bara hava hug at renna ein stuttan túr og fáa fríska luft. Flestu árini hevur luttakara talið ligi millum 60 og 80, eisini tá veðrið hevur verði ein eyka avbjóðing.

Tiltakið er ókeypis og uttan tilmelding. Hvirlan vil í ár stuðla “Í menniskjum góður tokki”, og tí ber til hjá teimum, ið luttaka at lata pening ‘í talvuna’ ella flyta á kontu 9181-166.834.1 og viðmerkja Kirkjurenning. 

Peningurin fer óskerdur til “Í menniskjum góður tokki”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo