Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Veðurforsøgnirnar eru ikki góðar, men kortini stendur kirkjurenningin á skránni nýggjársaftan í Vági.

Hetta tiltakið hevur verið á skránni henda seinasta dag í árinum, síðani 2010 og tískil er hetta níggjunda árið, at rørslufelagið Hvistan hevur skipa fyri. 

Tað verður byrjað við Vágs Kirkju, har sálmurin Faðir fylg mær henda dag verður sungin, og síðani gongur leiðin til Porkeris og aftur til Vágs, har luttakararnir bæði ganga, renna, súkkla og trilla alt eftir hvat hugurin er til.

Eftir tiltakið nýggjársnevndin vertur fyri stórum felagsmorgunmati, ið er ókeypis. 

Tað byrjaði við at einir 4-5 rennarar byrjaðu í 2010, men seinastu árini hevur luttakarartalið ligið um 60-70, so undirtøkan hevur verið vaksandi hvørt ár. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo