Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er vindur í seglunum hjá fyritøkuni KJ Hydraulik við heimstaði í Fuglafirði.

Bruttovinningurin vaks við einum lítlum fimtingi - úr 67,7 mió kr í 2019 til 80,1 mió kr í fjør. Og tá gott tamarhald er á útreiðslusíðuni bar til at føra dastið av meirsøluni niður á botnlinjuna, soleiðis at úrslitið eftir skatt líktist eini tvífalding, ella úr 8,4 mió kr í 2019 til 15,1 mió kr í fjør.

KJ Hydraulik fæst við sølu, framleiðslu og handverk innan hydraulik og maskintøkni. Ikki minst veitingar til alivinnuna, serliga umvegis tvíkiljur, hava merkt fyritøkuna seinastu nógvu árini.

Deildir eru í Havn, Fuglafirði og Kambsdali, og dóttirfelag er eisini í Hirtshals.

Javnin hjá KJ Hydraulik er 147 mió kr og eginognin 74 mió kr.

Eigararnir eru kravlítlir - vinningsbýti var 4 mió kr í fjør, tað mesta nakrantíð og tvífalt so nógv sum árið fyri.

125 fólk høvdu sína dagligu gongd hjá KJ Hydraulik í fjør.

Ólavur A. Olsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo