Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kringvarpið: Fiskivinnunýskipanin verður á breddanum á fundi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld.

Tá skipa Fuglafjarðar Kommuna og Mentanarhúsið fyri fundi, har kjakast verður um fiskivinnunýskipanina.

Samgonguformenn, andstøðuformenn og umboð fyri vinnuna

Við á fundinum eru formenninir í samgonguflokkunum og stóru andstøðuflokkunum á løgtingi - Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal, Poul Michelsen, Bárður Nielsen og Jørgen Niclasen. 

Vinnan verður umboðað av Annfinni Olsen, stjóra í Framherja og formanni í Reiðarafelagnum,  Jákupi Jacobsen, stjóra á Varðanum, Jóni Rasmussen, umboð fyri Christian í Grótinum & Norðborg, og Ludvík við Stein, sum er útgerðarmaður á fleiri fiskiskipum. 

Haraftrat fara royndir, fyrrverandi politikarar at umrøða politiska handverkið. Teir eru eru Jóannes Eidesgaard, Torbjørn Jacobsen og Bjarni Djurholm. 

Kvøldið verður skipað við kjaki, hólmgongum og eygleiðingum. 

Kjakast verður millum annað, um uppskotið hjá samgonguni tryggjar atkomiligheit í vinnuna, og um tað tryggjar ta tilfeingisrentu, sum landsstýrið vil hava. 

Eisini fara kjakararnir at tosa um rationalisering og effektivisering av flotanum.

Varpaður beinleiðis

Kjakfundurin í Mentanarhúsinum í kvøld verður klokkan 19, og hann er almennur. 

Jón Brian Hvidtfeldt verður fundarstjóri.

Kringvarpið fer at senda fundin beinleiðis í útvarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo