Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði Krossur hjálpir familjum, ið eru fíggjarliga illa staddar, við Reyða Kross Klædnahjálpini. Øll, sum hava hjálp fyri neyðini, kunnu fáa klæði til síni børn, við at seta seg í samband við Reyða Kross.

Til ber at ringja beinleiðis til Klædnahjálpina á hesi telefonnummur:

Jóhanna – 275106
Gunn – 283377
Gunnvør – 258589

Avtala verður gjørd beinanvegin, um nær og hvussu tit fáa klæðini.

Eisini ber til at ringja til skrivstovuna á tlf. nr. 319630 ella senda Reyða Krossi t-bræv á redcross@redcross.fo

Reyða Kross Klædnahjálpin byrjaði í 2013 sum eitt nýtt sosialt virksemi í Reyða Krossi Føroya, ið veitir góð barnaklæðir frá klædnaskiljingini til familjur í Føroyum, ið hava tørv á hesi hjálp.

Hetta eru familjur, har tey vaksnu hava mist arbeiðið ella hava eina lága inntøku - ella tey eru rakt av sjúku og/ella ymiskum sosialum trupulleikum.

Reyða Kross Klædnahjálpin bjóðar eisini Herberginum at fáa góð klæðir til teirra brúkarar, eins og Reyði Krossur bjóðar Kvinnuhúsinum bráðfeingispakkar við klæðum bæði til vaksin og børn, tá onkur av teirra brúkarum fær tørv á hesum.

Reyða Kross Klædnahjálpin er skipað við einum leiðara og tveimum varaleiðarum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo