At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í morgun var lítil samkoma, nú Klæmint Ludvig gevst fyri aldur. Klæmint er ein kend havnarmynd og byrjaði at arbeiða hjá býargartnaranum tann 1. mei 1996.

Hann hevur sostatt 25 ára starvsdag nú sjálvan arbeiðaradagin.

Klæmint tók sær fyrstu tíðina av fríðkanini av býnum. Hann hevði ábyrgd av viðlíkahaldi av grønu økjum kommununnar, planting, lúking og sláing.

Eitt annað arbeiði, Klæmint varð kendur fyri, var at hann avloysti aktingarmannin hjá kommununi av og á, og tá tók hann upp leysgangandi djór í býnum og passaði tey í politivarðhaldinum úti í Vika.

Umframt tað hevur hann havt ábyrgd av at halda býarhegnið, hagaportur, býarbeinkir, trappur, pallar, stakitt og mangt annað.

Borgarstjórin helt røðu fyri Klæminti. Teir báðir kennast persónliga frá eitt nú kappróðri og sláa enn tunnu saman í róðrarfelagnum. Borgarstjórin handaði blómur og gávur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo