Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Á býráðsfundinum í gjár samtykti býráðið at halda fram við útstykkingini á Fossum. Avtalað er gjørd við RTS contractors, sum eisini er arbeiðstakari í samband við 1. byggistig, um at haldast skal fram við 2. og 3. byggistig, tá núverandi arbeiðstøka er liðug.

Spakin varð settur í juni 2020 og verða grundøkini eftir ætlan latin eigarunum í apríl 2022. Samlaða verkætlanin á Fossum, sum fevnir um 89 grundstykkir, harav 43 stykkir til sethús og 46 til raðhús, umframt eina stóra grund til ein møguligan barnagarð, stendur eftir ætlan liðug við árslok 2023.

Borgarstjórin, Karl Johansen, fegnast um, at hildið verður fram við útstykkingini á Fossum, ið er tann størsta vakstrarfremjandi verkætlanin hjá kommununa, og  sum fer at skapa framtíðar vøkstur og framburð í kommununi.

-  Skulu hava eitt grundarlag fyri at økja um íbúgvaratalið í kommununi, so er henda íløgan alneyðug, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Fyrisitingin í kommununi hevur somuleiðis mett tað vera skynsamt at fremja 2. og 3. byggistig samanhangandi við 1. byggistig, soleiðis at sleppast kann undan nýggjari útbjóðing, ið helst hevði merkt eina seinking og dýrkan av samlaðu útstykkingarverkætlanini.

Kostnaðurin fyri samlaðu arbeiðstøkuna (byggistig 1, 3 og 3) er mett til uml. 53 mio. kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo