Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Avtala varð í dag undirskrivað millum klaksvíkar kommunu og eigararnar av ‘Bollafabrikkini’. Avtalan merkir, at ognarviðurskiftini verða umskipað soleiðis, at verandi virksemi heldur fram í niðaru hæddini, meðan kommunan fær ræðisrætt yvir ovaru hædd. Avtala varð eisini, at kommunan átekur sær at seta bygningin í upprunaligan stand.

Á móttøku í gamla fjósinum hjá Kjølbro seinnapartin, vóru keyps- og leiguavtalur undirskrivaðar við teir 16 eigarirnar av gamla virkisbygninginum, Klakksvíkar Hermetikk, vanliga rópt Bollafabrikkin, sum J.F. Kjølbro lat byggja í 1946. Avtalan verður nú løgd fyri býráðið til endaliga góðkenning.

Eftir at býráðið hevur tikið støðu, kunnu verandi eigarar fara at rudda bygningin, aðrenn kommunan kann fara í gongd við at klæða bygningin og skifta vindeygu og tak, soleiðis at at hesin søguligi bygningur kann verða varðveittur.

- Eg eri sera fegin um, at semja nú er um, at býráðið kann yvirtaka bygningin. Nógv virksemi hevur verið í bygninginum gjøgnum árini, og er umbyggingin sostatt liður í framhaldandi at halda lív í húsinum. Góðar og tíðarhóskandi umstøður til okkara útróðrarmenn og vinnuna á Stongunum er altavgerandi, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Teir 15 egningaskúrarnir og frystigoymslurnar, sum eru har í dag, fara framvegis at húsast har, meðan Klaksvíkar býráð enn ikki hevur tikið støðu til, hvat ovara hæddin skal nýtast til. Væntandi kann hetta arbeiðið fara í gongd í summar. Ætlanin er somuleiðis, at økið aftan fyri skúrarnar og norðan fyri Bollafabrikkina skal ruddast og verða eitt prýði fyri býin.

- Hetta er eitt av høvðusmálunum hjá mær at fáa framt. Tí er tað gleðiligt, at vit nú fáa hetta loyst í sátt og semju við eigararnar, sigur Atli S. Justinussen, formaður í Havna og Vinnunevndini.

Avtala varð eisini gjørd um, at seta á stovn eina nýggja ‘skúranevnd’, har umboð fyri kommununa og eigarar av egningarskúrunum skulu tryggja, at leiga verður goldin til víðari viðlíkahald av bygninginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo