Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Skattainntøkurnar hjá kommununi fyri januar vísa eina øking í persónsskatta-nntøkunum á heili 10,7 prosent. Inntøkan í januar var 17.754 tkr. sum er 1.719 tkr. meira enn í fjør.

Í fíggjarætlanin fyri 2022 er samlaði persónsskatturin annars mettur til 240 mió., sum er ein øking á 6,7% fyri árið. Tí er tað gleðiligt at skattainntøkan í ársins fyrsta mánaði, er væl omanfyri metta inntøkuvøksturin.

Miðal inntøku vøksturin hjá øllum kommununum var annars 7,5%, og liggur inntøku vøksturin hjá Klaksvíkar kommunu tí eisini væl yvir miðal fyri landið. Av teimum 29 kommununum í Føroyum, høvdu 26 eina øking í inntøkunum, meðan tríggjar kommunur høvdu eina lítla lækking í inntøkunum í januar 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo