Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið spildurnýggjan robottarm, sum skal styrkja endurvenjing av ørmum og hondum. Robottaarmurin er partur av ætlan hjá Heilsumálaráðnum at styrkja endurmenningina á føroysku sjúkrahúsunum.

Tá ið fólk fáa eitt nú blóðtøpp ella bløðing í heilan, kunnu tey millum annað uppliva, at tey verða meira ella minni lammað í einum armi, og tá skal armurin venjast uppaftur. Hetta verður gjørt við venjingum hjá fysioterapeutum og ergoterapeutum og við sjálvsvenjing. Ein týðandi partur av endurvenjing er at gera nógvar og regluligar endurtøkur av øvilsum, og hesum kann robotturin hjálpa við.

Robottarmurin er gjørdur soleiðis, at hann kann venja bæði grovmotorikk og fínmotorikk í ørmum og hondum.

Tøknin er háttað soleiðis, at armurin, sum skal venjast, verður lagdur í robottarmin, og so ber til at gera ymisk øvilsi, alt eftir hvør tørvurin er. Ein skíggi gevur fólk ymsar avbjóðingar – at líkna saman við telduspøl – og tað kann virka motiverandi, samstundis sum tað ber til at skjalfesta gongd og framgongd í venjingunum.

– Vit eru sera fegin um nýggja tólið, sum fer at styrkja endurvenjingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Okkara dugnaligu starvsfólk fáa nú eitt framkomið amboð at brúka í teirra arbeiði, og tað fer at koma sjúklingunum til góðar, sigur Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Fakfólkini, sum vanliga taka sær av endurvenjing, koma at standa fyri venjingunum í robottarminum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo