Tað munna vera nøkur ár síðani at størri útróðrarbátar hava lagt veiðina upp í Sørvági.
Í dag landa klaksvíksbátarnir Kallanes og Líðhamar til Landingarmiðstøðina, sum so koyrur fiskin til Bacalao í Havn, har hann verður arbeiddur.
Kallanes hevur 4,5 tons, har mest er toskur, og Líðhamar hevur 6,5 tons, eisini mest toskur.
Prísurin á toski er hampuligur í løtuni, verður sagt av Landingarmiðstøðini í Sørvági.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo