Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

1. - 3. apríl hevur DM 2016 í klassiskari styrkilyfting verið í Keypmannahavn, har sørvingurin Klæmint  B. Vágadal gjørdist nummar 2 í 83 kg klassanum.

Kappast var í trimum greinum squat, bonkpress og deadlift, har hvør lyftari hevði tríggjar royndir í hvørjari grein.

Klæmint vann gull í squat, har hann lyfti 220 kg uttan knæliðsbind, har pláss var til at lyfta meira.

Í bonkpress hevur Klæmint havt fleiri skaðar at stríðast við. Her lyfti hann 115 kg, sum var gódkent. Síðan royndi hann seg við 120 kg, ið ikki eydnadist henda dagin.

Eisini vann hann bronsu í deadlift, har hann lyfti 240 kg. Her royndi hann seg eisini við at lyfta 255 kg, sum kom heilt upp, men lyfti bleiv tíverri ikki góðkent.

Klæmint vann eitt flott 2. pláss, við einum samlaðum úrsliti á 575 kg.

Sí video her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo