Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá ið tvey egoistisk og kynisk stórveldi sum USA og Kina brúka sonevnt  "diplomati",  kenna tey sjáldan annað enn nevarættin og kanón-diplomatisk tiltøk.

Skulu føroyingar einsamallir stríðast móti slíkum maktsjúkum høvuðkambum, verða vit meltaðir millum hesar brutalu tyrannar, og tí er lívsneyðugt at hava civiliseraðar vinir, sum Danmark og EU.

Verða Føroyar einsamallar um hetta óhumska valg, verða vit ein militert og handilsliga kúgaður gloypibiti, uttan nøkur rættindi ella nakra ávirkan.

Vit verða ein hjálparleys finna á tí politiska talvborðinum, har vit verða keyptir ella kveistraðir til viks.

Men longu nú eru kortini naivir føroyskir chauvinistar úr tjóðveldis-sektini farnir at gorra um, at tað er Danmark, sum er skurkurin her, og tí skulu vit hava "loysing".

Hvussu primitivir og stupidir kunnu bróka-loysingar vera? 

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo