At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað kann í roynd og veru vera lívsneyðugt at klára at stand á einum beini í yvir tíggju sekund, sambært granskarum.

Klárar tú ikki at halda javnvágina í yvir tíggju sekund, so er størri møguleiki fyri at tú doyrt innan næstu tíggju árini enn hjá øðrum.

Í 12 ár hava granskarar handan nýggju frágreiðingina kannað sambandi millum javnvág og deyðleika.

Tilsamans 1702 persónum í aldrinum 51–75 ár hava granskararnir fylgt árini 2008 til 2020, skrivar NRK.

Vanliga høvdu tey sum ikki kláraðu royndina verri heilsu: yvirvekt, hjartasjúkur, høgt blóðtrýst og diabetes typu 2.

– Klárar tú ikki at standa á einum beini í tíggju sekund, og gerst ørkymlaður av tí, eigur tú at hugsa um tína egnu heilsu, sigur Naveed Sattar doktari við CNN.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo