Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tað 11. stigið av innkomuvegnum er strekkið frá brúnni undir Vatnaskørðum og oman í Villingardalsvegin. Fleiri hava lagt til merkis, at Landsverk hevur gjørt uppmátingar her í seinastuni.

Útbjóðingartilfarið til hetta økið er nú at kalla klárt og bíðar bara eftir at verklagslógin, sum fíggjarmálaráðharrin nú fer í løgtingið við, verður samtykt.

Tá hetta arbeiðið fer i gongd kemur Tórshavnar kommuna eisini inn í myndina, tí kommunan skal gera íbindingina frá innkomuvegnum niðanfyri brúnna í Flatarvegin, sum gongur niðan Millum Gilja.

- Eg vóni, at áðrenn løgtingið fer til hús, at verklagslógin verður avgreidd í tinginum, sum avtalað varð, og sum fíggjarnevndin við sínum áliti um fjøruvegin álegði landsstýrismanninum at koma við, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo