Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hósdagin kl. 14:00 skrivar Kirkjuliga Heimamissiónin undir sáttmála við TN Bygging um at byggja út Leguhúsið í Nesvík. Sáttmálin verður undirskrivaður á samkomu í Leguhúsinum.

Útbyggingin fevnir um tríggjar samanbygdar bygningar: Eina kombihøll á góðar 450 fermetrar til bæði samkomur og ítrótt, ein millumbygning við opnum og ljósum felagsøki í erva og brúsurúmum og goymslu í neðra, umframt eina kamarslon við 12 hjúna- og familjukømrum.

Samlaða verkætlanin verður mett til umleið 25 mió. kr. umframt mvg, sum Taks hevur játtað at endurrinda sambært lóggávu. SNA hevur teknað og projekterað útbyggingina og stendur fyri byggileiðslu og eftirliti.

Farið verður í holt við byggingina beinan vegin, og ætlanin er at taka fyrsta part, sum er høllin, í nýtslu á ungdómsleguni í august næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo