Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Útgerð er komin í land sum skal brúkast til at bøta um lendingina á Slættanesi.

Vága kommuna hevur játtað 150.000 krónur til at bøta um lendingina, og herfyri setti Dragaberg ein kompressara í land sum skal brúkast í arbeiðnum at gera lendingina betri.

Slættanes hevur verið útdeyð bygd í hálva øld, men nógv fólk fer hagar um sumrarnar, og fleiri hús standa sum verða brúkt til summarhús.

Fyri nøkrum árum síðani fór lendingin, sum frammanundan var vánalig, í brimi, men Vága Kommuna hevur so játtað nakað av peningi, umframt at eitt privat áhugafelag eisini hevur savnað inn í nøkur ár.

Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, dugir ikki at siga fyri VP, nær arbeiðið væntast at verða liðugt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo