Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fyrstu bøkurnar frá Bókadeildini eftir summarferiuna eru nú í handlunum. Umframt snotuliga glæstrisavnið við klassiskum ævintýrum eftir H. C. Andersen, eru eisini myndabøkur, tekstbøkur, teknisøga, uppgávuhefti og ein sera spennandi ungdómsbók um dirvi, vinalag og uppreistur.

H. C. Andersen
Bestu ævintýrini hjá H. C. Andersen
Her er eitt savn við kendastu og
best dámdu ævintýrunum hjá H. C. Andersen. Hvør kennir ikki søgurnar Prinsessan á ertrini, Mishátti dunnuungin, Smágentan við svávulpinnunum, Nýggju klæðir keisarans og Eldførið.

Tilsamans eru 12 ævintýr í savninum øll vakurt myndprýdd við tekningum hjá Svend Otto S. Skreytútgávan er 230 síður og innbundin við lesibandi.
 
Forlaget Bolden
Skúlabyrjan
Skúlabyrjan er ein røð av uppgávuheftum til børn um skúlaaldur, har tey kunnu læra um føroyska stavraðið, tølini, gera stuttligar teljiuppgávur, læra um ferðslu og nógv annað spennandi. Samstundis venir barnið eisini fínrørslulagið, logiska sansin og eygleiðingarevnini.
 
Í heftunum eru klistrimerki, sum kunnu setast á síðurnar, so hvørt sum barnið hevur loyst uppgávurnar. Eisini eru fleiri tekningar at lita og eitt flott prógv at heingja upp á veggin, tá ið barnið er komið ígjøgnum heftið.

Uppgávuheftini eru 24 blaðsíður hvørt og tað er Jenny Johannessen, sum hevur týtt og tillagað tekstin.
 
Beatrice Potter
Alt um Petur
Petur kanin er líka so elskuligur, kúllaligur og spælin sum altíð. Við kaninskapaðu pappbókini fáa yngstu lesararnir sína heilt egnu kanin bæði at lesa um og at spæla við. Børnini kunnu taka fittu og mjúku Petur Kanin við undir armin, spæla við hana, balla hana í vognin og leggja hana at sova.

Bókin er 12 síður og Marna Jacobsen hevur týtt.

David Barrow
Fergur Barnaby fer at ferðast
Fergus Barnaby og foreldrini royna at koma sær avstað at ferðast í hesi fittu og snøggu myndabókini til tey 3-5 ára gomlu.

Fergus hevur pakkað kuffertið, men okkurt manglar. Hann hevur lánt Fred spannina og spakan! Og Emily Rose svimjibrillurnar! Og Teddy drekan! Og so fer hann eftir tingum sínum einum fyri og øðrum eftir - man ferðin nakrantíð fara at byrja?

Ein heit bók um vinalag og blíðskap mitt í stóra býnum eftir David Barrow, vinnara av Sebastian Walker-heiðurslønini fyri mest lovandi myndprýðara av barnabókum. Marna Jacobsen týddi.
 
Kim Fupz Aakeson
Vitello fær ein fosturpápa
So var Vitello endiliga aftur. Hetta er sætta bókin um dreingin Vitello, sum býr saman við mammuni í einum raðhúsum við ringvegin. Bæði børn og vaksin elska søgurnar um Vitello og tað er væl skilligt, tí søgurnar eru bæði fittar og sera stuttligar.

Ikki er tað altíð lætt at vera Vitello. Nú hevur hann sæð mammu sína standa niðri við garðin og mussa ein vilt fremmandan mann. Maðurin eitur Gregers og er skallutur. Vitello er als ikki glaður, tí hann eigur jú longu ein pápa, sum er bæði eitt vituggi og ein supereingil.

Kamma, vinkonan, sigur, at nú fer hann at fáa ein fosturpápa, og tað hevur Vitello als ikki brúk fyri. Men so er tað tað, at Gregers eigur ein sportbil ...

 Vitello fær ein fosturpápa er 24 síður og innbundin. Hon hóskar seg væl til børn 6-9 ár. Niels Bo Bojesen hevur teknað og Sjúrður Gullbein týddi til føroyskt.

Philip Pullman
Upplivingarnar hjá John Blake
Nýggjasta bókin eftir Philip Pullman - ein hin størsti søgusigari í okkara tíð - er ein spennandi teknisøga, sum er ein blandur av Tintin, Skattaoynni og sosialum miðlum.

Kom við John Blake og manningini á Mary Alice á ógloymandi upplivingar teirra, har teir ferðast á høgu aldukambunum og aftur og fram í tíð. 

Eitt illveður rakar eitt lítið seglskip við eini familju umborð, og unga gentan fer fyri borð. John Blake kavar eftir henni og fær hana umborð á sonevnda spøkilsisskipið. Manningin roynir at fáa hana aftur í hennara egnu tíð og mugu tí sigla til eitt stað, har lív og skip verður sett í váða.

Viðurkendi Fred Fordham hevur teknað bókina, sum er 128 síður og innbundin. Lena Jacobsen týddi. Bókin hóskar seg væl sum sjálvlestrarbók til børn 9-12 ár.

Sally Gardner
Maðkamáni
Søgan fer fram í einum hugsaðum tíðarskeiði í fimmtiárunum í Bretlandi, har Standish Treadwell og abbi hansara búgva saman við hinum óynsktu í sonu 7.

Øll fólk verða stýrd av einum ræðslustýri, kallað Móðurlandið. Men tann orðblindi Standish sær heimin við øðrvísi eygum, enn tey flestu gera. Hann er ein djarvur drongur, sum ikki trýr øllum, sum verður sagt. Og so torir hann at standa við tað. Men hvussu megnar ein einsamallur drongur at standa ímóti einum valdsmiklum heri?

Maðkamáni er ein ógloymandi ungdómssøga um dirvi, vinalag og uppreistur. Og ein bók, sum fær lesaran at sita ytst á stólinum av berum spenningi.

Jákup Sørensen hevur týtt bókina, sum er 278 síður og heft við klaffum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo