Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Filmsverkstovan Klippfisk er flutt í nýggj høli í Hugskotinum, sum er nýskapanarhúsið undir Tórshavnar kommunu. Í hesum sambandi verður opið hús í snotiligu hølunum í Sjóvinnuhúsinum mikukvøldið 7. februar frá kl. 19-22.

Hetta verður eitt hugnakvøld, har høvið verður at netverka við filmsáhugað í Klippfisk og íverksetarar í Hugskotinum. Vit bjóða eisini okkurt gott til góman og vísa fleiri føroyskar stuttfilmar.

Vilt tú vita meira um, hvussu Klippfisk kann hjálpa tær við filmsframleiðslu? Kom framvið og hoyr nærri um ráðgeving, innivist og lán av filmsútgerð.

Vilt tú hoyra meira um, hvat Hugskotið hevur at bjóða? Kom ein túr framvið og hoyr nærri um innivist fyri íverksetarar, ókeypis ráðgeving og fá eitt gott prát við starvsfólkini og tær mongu íverksetarafyritøkurnar, sum eru í Hugskotinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin! 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo