Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna heitir á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.

Tað er umráðandi fyri ferðslutrygdina og trivnaðin at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur.

Løgreglan kann eftir samráð við kommununa krevja, at trø og runnar og annar vøkstur verða stívd, sneidd ella snøggað. Um boðini ikki verða aktað, kann arbeiðið verða gjørt fyri grundeigarans rokning.

Hetta skalt tú millum annað minnast til:

- tú skalt klippa ájavnt við mark

- yvir gongu- og súkklubreyt skal fríhæddin vera 2,5 metrar

- hæddin yvir koyrivegi skal vera 4,2 metrar - og tá skal fyrivarni takast fyri, at regn kann tyngja greinarnar niður

##med2##

Somuleiðis skalt tú altíð virða markið móti tínum grannum. Plantar tú til dømis runnar ella aðra girðing, mást tú minnast til at staðseta teir á tínum egna matrikkli og klippa teir soleiðis, at teir ikki eru til ampa fyri grannan.

Á síðu okkara um garðar, hegn og gongubreyt finnur tú reglur um girðingar og leiðbeiningar, ið taka atlit til tínar grannar. Her finnur tú eisini faldara okkara við neyvari leiðbeiningum um, hvussu frástøðan til grannamarkið eigur at vera, tá tú plantar trø.

Garðar, hegn og gongubreyt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo