Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ungdómshúsið í Hoyvík er farið aftur til verka eftir summarsteðgin. Tey lótu upp 26. august, og opið er enn sum áður trý kvøld um vikuna, týskvøld, fríggja- og leygarkvøld frá kl. 19.00.

Higartil í ár hava verið millum 220 og 250 ung í KLUBB 188 hvørja viku, og í ódnarveðrinum seinasta fríggjakvøld vóru minst 150 ungdómar í KLUBB 188.

Serliga eru tað ung úr Hoyvík, ið koma í KLUBB 188, men sum rákið hevur verið fyrstu vikurnar aftan á summarfrítíðina, koma eisini ung aðrastaðni frá úr kommununi í KLUBB 188 - bæði úr eysturbýnum, vesturbýnum, miðbýnum og av Argjum.

KLUBB 188 er ein virkin partur í SSP-samstarvinum, og alt virksemið er í samsvari við endamálið hjá SSP, ið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja harðskap og skaðandi atburð millum ungdómin. Í KLUBB 188 verður sera stór áherðsla løgd á sosialan felagsskap, samstundis sum ymisleikin verður virdur.

KLUBB 188 er fyri ung úr 6. flokki til 18 ár. Tey í 6. flokki hava avmarkaða atgongd til KLUBB 188. Tey skulu heim týskvøld kl. 21.00 og kl. 22.00 í vikuskiftunum. Opið er annars til kl. 23.00 týskvøld og til kl. 02.00 fríggjakvøld og leygarkvøld.

Í ungdómshúsinum eru 2 námsfrøðingar í føstum starvi. Haraftrat arbeiða bæði lærari, listafólk, lesandi námsfrøðingar og onnur við serligum hegni í KLUBB 188.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo