At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex, sum er mannaður av Heiðriki á Heygum og Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys, gevur út sítt næsta videolag.

Lagið er ein cowboyslig nýtulkan av kenda føroyska klassikarinum hjá Simme - “Eitt sunnukvøld í plantasjuni”, ið Birni Dam skrivaði í 1956.

Í sjónbandalagnum síggjast teir báðir Kóboykex, í sínum sermerktu ljósa -bláum og -reyðum klæðum, ríða hvítar hestar, og síðani fara inn í eitt dansistað, at syngja karaoke. Videolagið hevur Heiðrikur sjálvur leikstjórnað og klipt. Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur staðið fyri upptøkunum.

Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.

Sigmund er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni.  

Heiðrik og Sigmund siga, teir ætla at geva fleiri stakløg út gjøgnum komandi árið, og teir hava ætlanir um at gera videoløg til øll stakløgini.

Videolagið sæst her: https://vimeo.com/461080792/ad84619d8c

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo