Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Tað er við stoltleika, at vit nú eisini hava fingið góðkenning sum lærupláss, og harvið kunnu taka ímóti einum lærlingi, sigur Jóngerð M. Nielsen, stjóri í Vesturvón.

- Fyri starvsfólkið í køkinum, á Heiminum á Sýnini, er tað av alstórum týdningi at kunna økja um vitan og royndir, og á tann hátt verða fyrimyndarlig innan kost og føðslu innan eldraøkið.

- Hetta fegnast vit eisini um, tí tað er ein stórur mangul uppá føðsluatstøðarar í Føroyum.

- Í samfelagnum sum heild, er tað nógv fokus á, at hava heilsugóðan og føðslurættan kost, bæði í barnagørðum, stovnum, skúlum og ellis- og røktarheimum. Samsvarandi hesum, er tað av stórum týdningi, at vit fáa útbúgvið fólk sum kunnu átaka sær hesar uppgávur.

- Uppgávurnar hjá føðsluatstøðara á heiminum á Sýnini eru fjølbroyttar og spennandi. Til dømis at gera mat sum hóskar júst til tørvin hjá tí einstaka, vegleiða og ráðgeva starvsfólkum, avvarðandi innan kost og føðslu, og samstarva í tvørfakligum toymum fyri at finna fram til millum annað føðslutrot í góðari tíð.

Jóngerð M. Nielsen sigur, at um borgarar hava føðslutrot, og fáa rættan kost, er hetta við til at fyribyrgja sjúku, nýtslu av heilivági, vøddavevnaður svinnur og longri, verri ella avbrotin endurvenjing. Somuleiðis fyribyrgir hetta fleiri óneyðugar og endurinnleggingar.

- Sum føðsluatstøðu lærlingur, er tú ein partur av einum spennandi arbeiðsplássið, við dugnaligum starvsfeløgum og nógvum avbjóðingum hvønn dag.

- Uppgávunar eru fjølbroyttar og spennandi. Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um matvørur, føðslu og matgerð. Tú lærir um matvørugóðsku, matvørureinføri og at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat.   

Í køkinum á Sýnini starvast 9 fólk, harav trý faklærd og 6 ófaklærd.

- Tað er ein lættur og góður stemningur í køkinum, sum ger at arbeiðsdagurin gongur bæði skjótt og gott.

- Vesturvón og køkstoymi fegnast um góðkenningina og gleðir seg til at taka ímóti einum lærlingi, sigur Jóngerð M. Nielsen, stjóri í Vesturvón.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo