Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Henda vikan (48/20) hevur verið ófrættakend. Í almenna rúminum er staðfest, at sálarliga heilsustøðan millum yngra ættarliðið hevur avbjóðingar. Skilagóður ungdómur er komin til orðanna. Vit eiga at taka útsagnir teirra í álvara.

Avbjóðingar teirra ungu eru partvíst hjáárin av lívsførslu teirra tilkomnu. Vit eiga at rannsaka lívshátt, læru/útbúgving, arbeiðsmarknaðin og samfelagið.

Talan um varandi framburð, menning og vøkstur verður dýrt goldin við tvørrandi sálarligari heilsu. Tráanin eftir at vera bestur er køvandi fyri tey, sum einans kenna seg næstbest.

Saman við sálarligu avbjóðingum teirra ungu er ein ræðandi mynd komin á skíggjan. Harðskapur heima við hús eru vorðin ein afturvendandi trupulleiki. Harðskapur er altíð darvandi. Vit mega finna fram til orsøkina.

Skilagóð fakfólk hava greinað økið. At seta orð á støðuna kann verða byrjanin til nakað betri. Eitt er at hyggja inn í støðuna og lýta aftureftir. Meira krevjandi er at hyggja frameftir. Tó, neyðugt er at hyggja aftureftir og greina viðurskiftini til tess at koma trygt fram á leið.

Í fyrilestrum er hetta evnið nomið óteljandi ferðir í mong ár. Ein skjót samanumtøka er valla allur sannleikin, og fáur megnar at lýsa alt umráðið í einari framløgu.

Prestar og prædikumenn mega í størri mun varpa ljós á týdningin, ið tað heilaga rúmið og kvirran hava fyri tilveruna. Menniskjan er ein andalig vera, og kenslurnar eru meira stýrandi, enn vit geva gætur.

Um vit dvølja við hugtøkini kærleiki og hatur og sammeta tey við vit og skil, síggja vit, hvussu avbjóðandi tilveran er. Spennið er alt frá góðtokka og eymleika til villskap og harðrendan atburð.

Kærleikin er torførur at skilja. Ein drongur sær eina gentu og verður so ásttikin, at allar aðrar kvinnur verða ósjónligar. Hetta hendir í lívinum hjá so mongum. Ivasamt er, um hetta kann bólkast sum vit og skil. Hinvegin er ikki sagt, at hetta er skilaleyst. Møguliga eru heilt onnur orð hóskiligari til nevnda fyribrigdið.

Sannur kærleiki og ástin eru hvør sítt, hóast tey kunnu spæla saman. Tað er heilt óskiljandi, at drongurin, ið valdi sær dreymagentu til maka, nøkur ár seinni fremur harðskap móti síni útvaldu.

Eisini kirkjan má taka ábyrgd. Tann romantiska tilgongdin og dreymurin við atliti at brúðarvígslu fjøtra viðhvørt samlívið, so skilagóð hugsan er útihýst. Eftir stendur oftast ein fíggjarlig byrða. Tá so er, kann ein eym kínandi hond umbroytast til ein kaldan neva í orði ella gerð.

Kærleikin eigur at fara í arbeiðsklæðir og taka ábyrgd av samlívinum til frama fyri makan heldur enn at síggja seg sjálvan sum miðdepil. Tað er sannur kærleiki sjálvboðin at ofra seg fyri ein annan uttan at skilja, hví tað verður gjørt.

Tað er kærleiki at njóta hvør annan andaliga og kropsliga í virðiligari samveru við samtykki. Hinvegin krevur ástin viðurlag fyri sýndar sømdir. At seta krøv er mótsetningurin til kærleika. 

“Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; ... hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.” (Fyrra Korintbrævið 13,4-7).

Tað snýr seg ikki einans um at finna tann rætta makan. Tað ræður um at vera tann rættin makin fyri hana/hann, ið eg valdi at liva lívið saman við. Tað snýr seg ikki um at broyta makan til størri fullkomuleika. Tað ræður um at vera fulltikin mótvegis makanum.

Tað er darvandi fyri mannalívið, um vit nýta óhóskandi tól til at máta nøgdsemi og lívsvirði. Størstur, bestur og hægstur eru lýsingarorð, ið eru óegnað sum amboð, tá ið innihaldið í lívinum verður mált og ásett.

Eini góð hús, ein dýrur bilur og alskyns hentleikar. Hesir lutir kunnu gera tað lættari at liva. Lívið er rættiliga trupult, um vit eru uttan býli, flutningstól og hentleikar. Vit mega hugsa klárt og ikki í fávitsku tilbiðja fráveruna av tvørrandi lutum.

Tíverri hokna ung sum eldri undir myndini av øðrum, ið tey meta eydnusælari vegna ríkidømi og materiellan ágóða. Hin berandi eydnan, ið ikki er løtuvinningur, liggur fjald innan í okkum sjálvum, sum í móðurlívi eru myndað í Guds mynd.

Vit mega góðtaka okkum sjálv til tess at vera góðtikin av øðrum. Tað nýtist ikki at vera darvandi fyri sjálvvirði, at onnur eru vakrari, klókari og betri enn vit. Um vit hinvegin øvunda og sammeta, kann huglagið ganga tunga mótbrekku.

Tað er als ikki neyðugt, at vit eru á topp tíggju listanum. Havi livað nóg leingi til at kenna fjølbroytni lívsins. Mong fólk komu langt við minni.

Tað ræður um at vera tað, ið vit eru. Hvør einstakur er nakað serligt. Tað er umráðandi at síggja seg sjálvan sum frumrit, so vit ikki gerast avrit.

Vit mega vera opin fyri tí stórbæra. Tann stóra gleðin kemur altíð til okkum uttanífrá, – eisini Jesus, sonur Guðs og heimsins frelsari. Amen.

Orðið: “Alføgur ert tú, vina mín, á tær er einki lýti.” (Hásongurin 4,7).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo