Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sambært amerikanska tíðarritinum Wonderlust er matstovan KOKS við Leynavatn ímillum tíggju tær mest áhugaverdu matstovurnar í heiminum.

Wonderlust, ið leggur dent á at upplýsa um ferðaupplivingar í dýrara endanum, skrivar millum annað um KOKS, at KOKS er ein opinbering, og at matskráin hjá KOKS, sum kostar á leið 215 dollarar, er verd at ferðast kring knøttin eftir.

Hjá Wonderlust er tað ikki bara maturin, sum er umráðandi, men eisini øll upplivingin rundanum. Tíðarritið leggur herundir dent á, at matstovurnar, sum eru á teirra topp 10-lista, eru "thrilling" (hugtakandi) og "unique" (heilt serligar).

Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, sigur við Wanderlust í hesum sambandi, at málið hjá teimum á KOKS er at skapa ta fullkomnu matarupplivingina, ið hevur sín íblástur frá rótfestum føroysku siðum og teimum heilt einastandandi lokalu rávørunum, sum vit føroyingar hava beint uttanfyri dyrnar hjá okkum.

- Tað er okkara styrki, og okkara arbeiði er mangan bara at lata hesar heilt serstøku rávørurnar tala fyri seg sjálvar, sigur Poul Andrias Ziska við Wanderlust.

Hinar níggju matstovurnar á topp-10 listanum hjá Wanderlust eru frá so fjarskotnum londum sum Avstralia (tvær eru frá landinum Down under), Bolivia, Kolumbia, Marokko og Georgia - umframt frá minni fjarskotnum londum sum Spania og Fraklandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo