Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fleiri lokalir miðlar skriva um ætlanirnar hjá einastu føroysku michelin matstovuni KOKS at lata upp í fyrrverandi bretska hjálandinum í fýra vikur stutt eftir ársskiftið.

Soleiðis skrivar The Straits Time, at gestirnir kunnu vænta sær at royna bæði ræst og feskt, the Epicure skrivar, at prísstøði byrjar á 458 singapore dollarum (ca 2.000 dkk) fyri ein døgurða, Lifestyle Asia skrivar, at tað verður sjálv kjarnan av meistarakokkunum á KOKS sum fer at standa fyri og Augustman skrivar, at tað er onki minni enn heimsins fjarskotnasta michelin matstova sum vitjar.

KOKS hevur eina sonevnda pop-up matstovu í Grand Hyatt gistingarhúsinum í Singapor frá 23. januar til 18. februar næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo