Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Í morgun var hátíðarhald í Kollafirði, í sambandi við at verandi skúli fyllir 50 ár í dag. Fleiri tiltøk vóru á skúlanum og byrjað varð við skrúðgongu í skúlan, har næmingarnar hittust í høllini til móttøku og undirhald.

Borgarstjórin vitjað eisini og helt røðu. Annika Olsen greiddi børnunum frá, at skúlasøgan í Kollafirði var munandi eldri enn skúlin, og ikki hevði altíð verið so einfalt sum nú. Hon segði m.a.:

- Hóast Kollafjarðar skúli nú “bara” fyllir 50, so fekk Kollafjørður lærara at undirvísa børnunum, langt áðrenn ein donsk lóg um “Almueskolevæsen” í Føroyum kom í gildi so langtsíðan sum heilt afturi í 1845.

- Tí longu í 1737 mælti ein danskur biskuppur – Christian Worm kallaðist hann – til at skipa fyri undirvísing úti á bygd í Føroyum.

- Tá vóru 7 familjur í Kollafirði við 20 børnum og ungdómum, umframt tríggjar familjur á Oyrareingjum og á Signabø við 11 børnum.

- Royndin miseydnaðist tá, men akkurát 100 ár seinni fekk bygdin sín fyrsta lærara – Jens Joensen úr Gásadali, sum eftir at vera eksamineraður av presti slapp at undirvísa.

- Tað var ikki bara-bara at skipa ein skúla tá á døgum. Lærarin undirvísti í kristni, lesing, skriving, rokning og sangi. Størsti trupulleikin annars var at halda hitan í skúlastovuni, tí var álagt monnum regluliga at bera kol til skúlan.

---

- Í 1842 samtyktu kollfirðingar at byggja nýggjan skúla og skrivað varð til amtmannin at spyrja, um møguleiki var at fáa studning til hesa ætlan.

- Byggiætlanin datt tó niðurfyri, tí lærarin segði seg úr starvinum, tí hann kundi ikki liva av lønini, sum var 53 krónur um árið, umframt atgongd til eitt gerði. 53 krónur um árið svaraði til 4 krónur og 42 um mánaðin. Tað hevði eingin av tykkum viljað arbeitt fyri.

- So gingu eini 36 ár við ongum skúla. Børnini fingu frálæru heima – og alt bendir á, at fólk her í Kollafirði hava verið ófør at bera mentan og mál víðari, tí tað var ikki eiti á, hvussu mong goymdu søgu og yrktu her í bygdini.

- Í 1885 fekk bygdin sín fyrsta einalærara, tað var Poul Næs, sum var her í 5 ár, áðrenn hann flutti suður til Vágs.

- Í 1888-89 varð ein av tátíðar prýðiligastu skúlum bygdur við Sjógv. Hann kostaði 4.000 krónur, sum vórðu goldnar við ríkisstudningi.

- Bernhard Magnussen tók skúlan í brúk í 1890 – tað vil siga fyri júst 130 árum síðan. So vit halda í veruleikanum tveir føðingardagar í dag.

---

- Síðan kemur ein long og áhugaverd skúlasøga, sum í dag fyri 50 árum síðan røkkur hæddini við, at nýggjur skúli verður tikin í nýtslu. Her húsast tá 4 lærarar og 92 børn.

- Í dag er hetta ein stásiligur skúli. Her eru einastandandi møguleikar til bæði læring og spæl – ein framkomin skúli við eini av nýggjastu ítróttarhallunum í landinum við svimjihøll í øðrum endanum og sparkivølli í hinum.

- Her er eisini heilsufrøðingur, tannlækni og stuðlar knýttir at skúlanum. Og so hava tit eina deiliga náttúru í túninum.

- Her er, sum tit loyva tykkum at staðfesta á heimasíðu skúlans: “meira enn flestu av heimsins íbúgvum droyma um at hava.”

---

- Deiligt at síggja, at tit gera nógv burturúr, nú í morgun við felags morgunmati og skrúðgongu úr gamla skúla.

- Tað er so kortsíðan, at eg var her annað árið á rað og handaði virðisløn til vinnararnar av fiskikappingini við Westward Ho – her er altíð hugnaligt at koma og tit tykjast so virkin á so mongum økjum.

- Tað sæst eisini sera væl á Facebook-síðu tykkara, hvussu ómetaliga virkin tit eru innan ítrótt og fjølbroytta mentan. Og tað eiga tit næmingar og lærarar tykkara stóra viðurkenning uppiborna fyri.

- Eg fari at takka fyri, at eg varð boðin við her í dag og ynskja tykkum eitt ordiliga gott felagshald og nógvan stuttleika út á dagin.

- Og so fari eg at ynskja skúlanum hjartaliga tillukku við fimti ára degnum og eina virkna og læruríka framtíð, segði Annika Olsen at enda, áðrenn hon handaði skúlastjóranum blómur og ein góðan málning til skúlan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo