Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tað er fastur táttur, at í september verður skipað fyri fiskitúrum við næmingum í 6. flokkunum í Tórshavnar kommunu. Túrarnir við 6. flokkunum “Á flot við Westward Ho” eru skipaðir, sum ein fiskikapping, soleiðis at tann bólkurin, ið hevur fiskað mest – flest fiskar – fær steyp til ognar. Vinnarin hesaferð var Kollafjarðar skúli.

Tað var Jákup Dam, býráðslimur, sum í morgun umboðaði borgarstjóran, sum helt røðu fyri næmingunum. Hann fegnaðist um, at “Á flot við Westward Ho” fær so góða undirtøku millum skúlarnar, og aftur í ár hava 6. flokkarnir í kommunalu skúlunum verið á floti við sluppini og Draganum. Tað er sjálvandi misjavnt, hvussu nógv bólkarnir hava fingið, og hvussu tað hevur viðrað.

- Á hesum túrum fáa næmingar høvi at royna seg á sluppdekki umborð á Westward Ho, sum taldist millum tær nógvu sluppirnar, sum komu til Føroya úr Onglandi eftir 1872. Endamálið við tiltakinum “Á flot við Westward Ho” er haraftrat, at næmingarnir í sætta flokki fáa samband við sjógvin og fáa eina fatan av siglingarsøguni, og at tey sleppa á flot.

- Tað er Tórshavnar kommuna, tvs. vit øll, sum eiga sluppina, og nú tit í 6.flokkunum hava verið ein túr við Westward Ho og Draganum, so er at vóna, at tit koma umborð aftur eina aðru ferð, og at onkur tykkara um nøkur ár verður sluppvinur og fer við sum manning, tá skipað verður fyri túrum.

- Úrslitið av fiskikappingini hesaferð vísir, at flokkurin, sum fekk flestar fiskar, var Kollafjarðar skúli. Tit hava sostatt vunnið fiskikappingina í ár. Hjartaliga til lukku við steypinum.

- Hetta er ellivta árið, at tiltakið er skipað sum ein fiskikapping. Eg skal eisini nevna, at tveir næmingar fingu hvør sín fisk uppá 8,5 kilo – tað vóru Bjarta Káradóttir úr Skúlanum á Argjahamri og Anton Mouritsen úr Santa Frants Skúla. Báðir hesar næmingarnir fáa eina tráðu frá pf. Jógvani Weihe.

- At enda fari eg eisini at takka manningini á Westward Ho, sum eigur avgerandi leiklut í, at tað ber til at skipa fyri túrunum. Takki eisini skúlunum, sum hava meldað til og tykkum lærarum og øðrum, sum hava verið við hesar túrarnar. Tórshavnar kommuna fegnast um, at tit nýta hetta høvi at fáa eitt sindur at vita um okkara stásiligu slupp og fara á flot við henni, segði Jákup Dám, tá hann handaði fegnu næmingunum steyp til ognar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo