At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

AUKI: AUKI er eitt nýskapandi føroyskt/danskt felag, sum við vitan, tøkni og rávøru úr Norðuratlanshavinum hevur ment eitt kollveltandi kostískoyti. Hetta inniheldur reint fusoidan, ið sambært fleiri altjóða granskarum og ritgerðum er tað nýggja undurevni, ið styrkir órinsskipanina og verjir móti virus, so sum SARS og COVID-19.

AUKI hevur ment fýra ymiskar kostískoytisvørur: Fucoidan Complex+, MicroBiotic Booster, Protein Booster og Atletic Pro+, sum allar hava tær neyðugu aminosýrurnar og antiviralu evnini sulfateraðar polysakkaridur. Allar vørur eru framleiddar av hondheystaðum tara og fiski fiskaður í Norðuratlanshavinum.

Fucoidan er eitt lívvirkið (bioaktiv) evni, nevndt polysakkarid, ið er í fleiri algusløgum, sum vit heysta í norðurlendskum firðunum. Við hesum kunna vit gagnnýta heilsuliga eginleikan sum fucoidan hevur í okkara gerandisføði.

“Styrkin og eginleikarnir í havinum er okkara verja”, sigur Eystein Elttør, stjóri hjá AUKI.

Nógvar gagnligar eginleikar
Fucoidan hevur nógvar gagnligar eginleikar, sum fleiri altjóða granskarar hava granskað og framvegis kanna við tí í huga, at sleppa undan ymiskum sjúkum.

Fucoidan styrkir órinsverjuna móti smittu og virus, ið er sera umráðandi í hesum tíðum, bæði sum fyribyrgjandi og grøðandi. Harumframt verður hildið, at fucoidan kann verja móti tarmbakterium, gagna sodningarleiðini og verja móti magasári.

“Fucoidan er eitt evni, sum í framtíðini vil vera ein stórur partur av okkara gerandisføði og kostískoyti”, sigur menningarstjórin hjá AUKI, Dr. Carl Ole Rather, ið nýtur nógva tíð at hondheysta tara saman við øðrum á firðunum í Danmark.

Allar altjóða granskingar og ritgerðir um rávøruna AUKI nýtir kunnu lesast á www.auki.dk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo