Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Skjótt verður møguligt at stovna íverksetarafeløg í Føroyum. Hetta inniber m.a. at ein kann koma í gongd við sítt virksemi við einum kapitali á 1,- kr. Løgtingið samtykti 21. apríl 2016 fleiri ymiskar broytingar í partafelagslógini, sum hava til endamáls at gera tað lættari at stovna og reka vinnufyritøkur.

M.a. verður møguleiki at seta á stovn íverksetarafelag við avmarkaðari ábyrgd við einum kapitali á 1 kr. Sambært lógaruppskotinum er málbólkurin fyri íverksetarafeløg íverksetarar, sum hava hug at seta gongd á fyritøku, sum hevur handilsligar møguleikar, men sum í byrjanini ikki hevur tørv á størri kapitalgrundarlagi.

Hesin málbólkur fær nú í boði ein møguleika at byrja fyritøku innan fyri vinnufelagarættarliga rammur við fíggjarliga avmarkaðari ábyrging.

Tað er Birita Sandberg Samuelsen, advokatur hjá Sókn, sum fer at greiða nærri frá hesum møguleikanum.

Tiltakið byrjar við, at Íverksetarahúsið stutt fer at greiða frá um virksemið og hvørja ráðgeving Íverksetarahúsið kann geva. Eisini fer Vinnuframi at kunna um hvørjir møguleikar eru fyri stuðli. Kaffi og annað gott verður at fáa og eftir tiltakið verður møguligt at taka eitt prát við Íverksetarahúsið, Vinnuframa og advokatin.

Tiltakið, sum er ætlað øllum við áhuga fyri íverksetan og broytingunum í vinnufelagslógini, verður mikudagin 9. november frá kl. 19:00 til 20:30 í Listastovuni í Miðvági.

Melda til á iverksetan(at)iverksetan.fo.

Luttøkan er ókeypis, og øll eru vælkomin, líka mikið hvar í landinum, tú býrt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo